Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nøkur orð um Strusjki Vecheri na Poezijata

Artúvertin agnarster@gmail.com Yrkjarafestivalur í Makedonia.

Festivalurin varaði 24. – 30. August og byrjaði á brúnni í býnum Struga. Hann varð fyrstu ferð hildin í 1961, so í ár hevði festivalurin 50 ára jubileum, og nógv varð gjørt burturúr. Eg og Kim Simonsen vóru við úr Føroyum

Fyrst varð skipað fyri hátíðarligari setan á brúnni, sum gongur yvir um ánna í Struga, har sungin eisini varð yrkingin “Longsul móti suðri,” sum er ein makedonsk tjóðaryrking, sum hoyrir við til festivalin

Eftir hetta vórðu ymsir fundir og altjóða fjølmiðlafundir, og fleiri bøkur og yrkingasøvn vórðu løgd fram

Í ár var festivalurin eitt sindur meira beindur móti fjølmiðlum og tí at umboðast úti í heimi. Tó varð eisini nógv lisið upp

Eg haldi, at eitt, sum er galið við festivalinum er, at hann er blivin druknaður í rúsdrekka. Hann er eisini nationalistiskur. Tað er í ordan, men ikki at blíva við at reksa nøvn upp á W.H. Auden og Pablo Neruda, bara tí teir eisini vóru við har einaferð langt síðani

Samanumtikið helt eg, at tað var ov nógvur og harður tónleikur, og tá fekst tú kensluna av at vera á onkrum tónleikafestivali, heldur enn skaldafestivali. Og tað, at fólk sita og drekka (rímiliga nógv) haldi eg vera harmiligt. Hann var eitt sindur illa fyriskipaður. Eg fekk til dømis at vita, at festivalurin endaði 28. men hann endaði ikki fyrr enn 30. við tí resultati, at eg slapp ikki við at lesa upp í Matka, sum er ein vakur fjallabýur við undurfullari lagunu í neðra

Symposiumið – yrkingalist og vakurleiki

Skipað verður á hvørjum ári fyri einum fundi, sum tey rópa Symposium. Hetta eru røður, sum verða hildnar um ávíst evni. Í ár var evnið: hvussu hanga yrkingalist og vakurleiki saman?

Fyrstur at røða var russin Igor Volgin, ið er professari á onkrum Dostojevsky-universiteti. Igor helt fyri, at orðini hjá Dostojevsky, at vakurleikin fer at bjarga heiminum, í dag eru broytt av tí, at hann var ov optimistiskur. Igor helt, at heimurin í dag hevur eina moralska kreppu, ið er komin av globaliseringini, og at øll lond eru rakt av hesi kreppu. Hann kom ikki inn á, hvussu tað hongur saman við globaliseringini. Eisini segði hann tað vakra, at um vit menn klára at rekja fløkjuna um kvinnunnar vænleika, so hvørvur vænleikin, og at hetta hevði ført til persónliga avskildran. Hann helt annars við Dosty, at trúgv er tað besta og mest siviliseraða í verðini, og at matematiskur vakurleiki er tann hægsti vakurleikin. Tá fór eg beinanvegin at hugsa um okkara vesturlendsku vísind, og eg má siga meg vera ósamdan við hesi framsøgn. Annars virkaði hann til at vera rímiliga nationalistiskur og tosaði um Pusjkin og Dosty, og at uttan teir hevði Russland ikki verið Russland. Kunnu vit eisini siga tað sama um Føroyar? Hevði føroyska tjóðin eksisterað, um eingin Janus Djurhuus ella Nólsoyar-Páll var? Tað haldi eg, hon hevði. Eisini helt hann fyri, at geni ongantíð kunnu vera kriminell. Har eri eg eisini ósamdur. Dr. Mabuse er ein tann besti filmurin, eg kenni, og eg kalli hann 100% realistiskan. Igor endaði við at siga, at um nú tað hypotetiska skuldi hent, at geni arbeiða móti vakurleikanum, so eru tey sjálvdestruktiv, og at vakurleiki og sannleiki hoyra saman.

Næstur at røða var Lasse Söderberg úr Svøríki, ið helt, at geniini eru heimsins og moralsins vaktarar. Hann segði ikki stórt meira enn tað.

Trið kom Noriko Mizusaki úr Japan, ið tosaði óført um japanska søgu og traditiónir. Eitt stuttligt við henni var, at næstan eingin skilti, hvat hon segði, so eg fekk ikki tað stóra við av røðuni hjá henni.

Fjórð tók Alexandra Bissante úr Frankaríki pallin, og hon helt, at vakurleikin hjálpir okkum at skapa tað, sum hon kallaði “elementary elements” Hatta er ein so akademisk tautologi og bíligt trix, at eg tími yvirhøvur ikki at gita, hvat hon meinti við – vissi hon meinti nakað sum helst. Eisini tosaði hon um, at vakurleikin skapar eina persónliga jagstran eftir kenslum. Nokkso banalt helt eg. Fimt kom Ivan Djeparoski úr Makedonia. Maðurin helt við Igor Volgin, at vakurleikin fer at bjarga heiminum, men at hann veldst um eygað, sum sær. Eisini kom hann inn á Adorno, sum ikki helt tað stóra um vakurleikan sum nakra frelsu.

Sætti røðari var Angela García úr Columbia, ið tosaði um Gamla Testamenti, og at Jesus var leiðari hjá bolsjevikkunum (what??) og at tá onkur avnoktar vakurleikan, avnoktar vakurleikin seg sjálvan (geisp).

Sjeyndi røðari var Hughes Labrusse úr Frankaríki, sum helt, at skuldi vakurleikin bjarga nøkrum, so mátti hann bjarga einstaklinginum frá sær sjálvum. Eisini kom hann eitt sindur inn á globaliseringina sum kapitalismu – skil tað, hvør ið vil. Eisini segði hann, at í dag er eingin gleði í lívinum longur, og at anorektisku modellini í mótabløðum spilla vakurleikan. Hann tosaði eisini um “the other” Eg havi ongantíð ordiliga skilt, hvat tað merkir.

Áttandi røðari til at hertaka røðarapallin var Elisabeta Shalleva úr Makedonia. Hon tosaði um “tað lívsvakra” og at list var stokkutur vakurleiki. Vit eru brúkarar av vakurleika, helt hon, og at fjølmiðlarnir eru tað, sum eiga skyldina í tí, og at teir hava spilt vakurleikan. So tosaði hon um quasi-vakurleika, og at vakurleikin er lívslong jagstran.

Tá hesir røðarir høvdu verið, kom Najeh Jegham, gestarøðari úr Tunis. Hesin helt, at vakurleiki og yrkingalist hoyra saman, men hann var ov politiskur, helt eg, eitt slag av samfelagsrevsara. Eisini var hann dualistur. Hann hevði eisini okkurt fyrireikað gullkorn. Eitt av hesum var, at “vakurleiki hevur mist lívið – men hann hevur eisini mist deyðan, og tað er vakurleikans paradoks” Slíkar framsagnir geva sjáldan nakra meining, tó at tær ljóða væl.

Næst kom onkur, sum fanst at Igor Volgin, og so kom Igor fram aftur á pallin og tosaði um tvey sløg av vakurleika, nevniliga Beauty og Prettiness, og at tey eru eins uttaná, men ikki innií. So tosaði hann víðari um tann matematiska vakurleikan, og at Beauty is Truth, ella, Alt vænt er satt, alt satt vænt, tað er alt/ ið maður veit, og alt, hann vita skal, sum er eitt nokkso tanlað sitat frá John Keats.

Flamskur pressufundur

Dagin eftir var pressufundur um onkra belgiska ella flamska týðing av makedonskum yrkingum. Gestur var Germaine Droogenbroodt. Evnið á fundinum var “metamorfosur og firvaldar” Komið varð inná, at yrkingar eru sum firvaldar. Hatta helt eg vera verðins størstu og óbúgvnastu kliché, og eg fór at hugsa um onkra ungdómssøgu hjá Jens Paula um smáborgarar sum skriðkykt niðri í teirri døkku mold, meðan yrkjarin er ein firvaldur, sum sveimar høgt uppi, men eg skal ikki siga meir um, hvat eg helt um handan fundin

Næst á skránni var ein filmur um Struga-festivalin. Leikstjóri var André Soares. Filmurin var rímiliga góður sum PR

Í Kalisjta

Tann 27. august, sum var dagin eftir, varð farið til undurvakra Kalisjta, har lisið varð upp, og yrkjararnir vóru yvir 100 í tali, so tað var eitt sindur drúgt kanska. Aftaná fingu vit aftur serliga makedonska gestablídnið at kenna, tí tá vórðu vit boðin til cocktail event har í receptiónini á hotellinum, har etið og drukkið varð út í æsir.

Um kvøldið varð skipað fyri traditionellum tónleiki og dansi á eini barr í nánd, og so skuldi opin mikrofon vera aftaná. Men tey blivu ikki liðug at syngja og dansa, so eg og Kim sótu har og bíðaðu eftir at sleppa fram at mikrofonini. Kim fór heim í song – eg var sitandi eitt sindur longur, til eg var næstan tann einasti eftir har. So fór eg eisini í song, grummur í huga, tí eg ikki slapp at lesa upp fyrr enn 3. dagin eftir eg var komin har. Kim kom dagin áðrenn eg og var eisini allan festivalin, meðan eg faktiskt fekk at vita, at hann endaði 28. men tað var bara tá hann endaði í Struga. 29. fór tey til aðrar býir at lesa upp, og tá meg minnist Kumanovo í fjør, gerist eg dapur í huga at ikki sleppa við. Men tíbetur hitti eg nógv fólk har, og skift varð dúgliga um visittkort og bøkur allar dagarnar.

Høvuðshandanin

Klokkan 21.30 varð farið í kirkjuna St. Sofia í Ohrid. Valdur varð poet laureate, har lisnar vórðu upp okkurt, sum eg rokni við vóru yrkingar hjá ársins heiðursbarni og yrkjara. Síðan varð heiðursrøða og introduktión hildin, og hon varð týdd til enskt sum oftast. So var undirhald – í ár var tað ein operasangari við serstakt ljómandi rødd. So varð yrkjarin fylgdur fram til pallin og mikrofonina (tí hann er altíð so gamal, at hann orkar ikki at ganga sjálvur) og so lesur hann okkurt upp og heldur røðu. Eitt fínt tiltak, og rímiliga respekterað í heimsins skaldaumhvørvum.

Annars fari eg at mæla øllum ungum føroyskum yrkjarum til at seta seg í samband við antin meg ella Kim Simonsen, og so skulu vit nokk gera okkara besta til at skaffa tykkum pláss á hesum megnarfestivali. Tað er sera strævið at flúgva so nógv, og eitt, sum umráðandi er er, at ferðast og minnast til tey 3 p’ini: pass, pengar og pillett. Og so kundi eg skoytt “pøkur” og “pissittkort” uppí – so eru 5 P. Hatta var sjálvandi skemt, men minnast skal til at veksla eisini, tí tú kanst bara veksla til makedonskar dinarar í Makedonia og onga aðrastaðni. Tað bleiv eg nokkso bilsin av at hoyra. Og tey taka ikki evrur allastaðni (á sama hátt sum tey heldur ikki taka føroyskan dulpengabúna í Danmark). So veksla evrur og kekka, hvar bankin liggur í Makedonia, um tú fert hagar

stilleben 044.jpg

stilleben 054.jpg

stilleben 067.jpg

stilleben 011.jpg