Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nólsoyar Páll – nýggj útgáva

Bókin “Ættarsambandið við Nólsoyar Páll” er útseld, og ætlanin er at fáa hana útaftur í øktari útgávu við navnayvirliti. Vit skulu takka øllum teimum, sum hjálptu okkum at fáa upplýsingar til bókina, og vit skulu biðja um fyrigeving fyri tey mistøk vit hava gjørt. Nú verður høvi til at rætta tey lýti sum eru, og tað fer eisini at bera til at fáa tær broytingar upp á prent, sum eru hendar í ættini síðan 1997.

Í hesum sambandi skal Nólsoyar Páls Grunnurin heita á øll tey, sum hava nakað uppskot til rættingar ella uppískoyti til bókina um at gera vart við seg og venda sær til grunnin, annaðhvørt við vanligum brævi ella við teldubrævi til zakarias@olivant.fo Nólsoyar Páls Grunnurin Postboks 3177 110 Tórshavn.