Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nólsoyingar aftur við sviðusoð

So hendi tað enn eina ferð. Teistin liggur svínabundin. Øll Sandoyggin í øðini og borgarstjórin í Skopun í hvørjari almennari tíðindasending at garta um, hvussu ræðuligt tað er at skula sigla við Ternuni nakrar vikur.

Men hvat við teimum, sum mistu Ternuna? Hvørja einastu ferð, at nakað er galið við Teistanum, so eru tað ikki sandoyingar, tað gongur útyvir - men fyrst og fremst nólsoyingar. Sandoyingar varðveita eitt hampiligt - um enn skert - samband. Nólsoyingar missa Ternuna og fáa (í hesum føri) Jósup, sum hvørki kann flyta olju-, renovations- og sjúkrabilar ella bilar yvirhøvur, ikki heldur koyristólar.

Flestu nólsoyingar arbeiða ella eru í útbúgving í Havn og hava tí tørv á tryggum flutningi hvønn einasta dag. Bygdin hevur tørv á fleiri dagligum tænastum og privatum flutningi, umframt sjúkraflutningi. Alt hetta verður rakt, hvørja einastu ferð galið er við Teistanum, tí tað er altíð nólsoyingar, tað gongur útyvir. Og hartil er sera óheppið, at hetta hendir nú, sum ferðafólkstreymurin út í oynna er um at byrja, og vit til onga nyttu gera stórar íløgur í ferðavinnukarmarnar.

Eg haldi at fjølmiðlarnir fullkomiliga hava flutt fokus í hesum málinum. Hóast tað rætt og slætt tykist ov vánaligt, at Teistin so ofta verður raktur av óhappum og langari bíðítíð, so er tann stóri trupulleikin ikki, at tænastan hjá sandoyingum er nakað reduserað nakrar vikur - men heldur, at nólsoyingar - fyri at halda sambandið við Sandoynna á hampiligum støði - hvørja einastu ferð verða so hart raktir sum hetta.

Í gjár hoyrdu vit í útvarpinum, at hestsfólk aftraðu seg við yvirhøvur at biða Teistan sigla út í Hest, so illa kendu tey seg av at órógva sandoyingar. Hetta ber als ikki til og kann ikki halda fram. Samstundis vita vit, at fáa sandoyingar tunnil, sum ikki verður lagdur um Hest, so missa hestsfólk eisini Teistan og fáa neyvan nakað líkinda alternativ. Og nólsoyingar liva við lappaloysnum, sum verða tiknar frá teimum, hvørja ferð tænastustøðið hjá sandoyingum lækkar.

Bæði Nólsoy og Hestur hoyra til Tórshavnar kommunu. Og hetta eiga vit í kommununi snøgt sagt als ikki at finna okkum í. Strandferðslan er so bundin av síni játtan, at tað nyttar onki at venda sær hagar við trupulleikanum. Landsstýrismaðurin í samferðslumálum má á banan beinanvegin og ein heildarloysn, sum eisini tekur atlit til tørvin hjá nólsoyingum og hestsfólki má á borðið beinanvegin.

Heðin Mortensen

borgarstjóri