Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nordic Meeting 2017

Norðurlendskir ítróttaleiðarar hittast í Føroyum

Í døgunum 8. til 10. September skipar Ítróttasamband Føroya fyri ráðstevnuni Nordic Meeting 2017. Luttakarar á ráðstevnuni eru forsetar, aðalskrivarar og onnur umboð fyri tey norðurlendsku ítróttasambondini, t.e. Norra, Danmark, Svøríki, Áland, Finnland, Ísland, Grønland og Føroyar. Ráðstevnan verður hildin hvørt ár, og í ár eru tað Føroyar, sum hava heiðurin at vera vertstjóð.

Á ráðstevnuni hava londini framløgur um viðurskifti, sum hvørt ítróttasamband arbeiðir við, eitt nú gransking og átøk. Endamálið er at fáa kunning og at luta vitan um ítróttaliga arbeiðið, við serligum atliti til ítróttin í norðurlendsku tjóðunum. Nøkur av evnunum, sum verða viðgjørd, eru doping, javnstøða í ítrótti, matchfixing og nýggjar ítróttargreinar t.d. eSport.

Ráðstevnan verður hildin á Hotel Føroyum.