Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Norðoya Sambandsfelag gevur formanninum sín fulla stuðul

Norðoya Sambandsfelag hevur viðgjørt støðuna eftir at andstøðuflokkarnir saman við ávísum miðlum í longri tíð hava ákært formannin í sambandsflokkinum fyri at verða lógbrótari og lygnari. Helst hava áhaldandi skuldsetingarnar eisini ávirka fólkatingsvalið. 

Tíðindaskriv:

Eftir at hava lisið niðurstøðuna hjá Hans Gammeltoft-Hansen kunnu vit staðfesta at herferðin hjá andstøðuni, sum hevur fylt nógv í fjølmiðlunum er ógrundað.

Niðurstøðan hjá Gammeltoft er at alt sum løgmaður gjørdi í málinum var heimilað og at løgmaður ikki hevur misrøkt sína eftirlitskyldu.

Løgmaður hevur ásannað at hann tók munnin ov fullan, tá hann eftir áhaldandi provokatión frá andstøðuni segði, at hann “slettis ongan lut” átti í avtaluni.

Tað er eingin ivi um at tað er løgtingið sum hevur eftirlit við landsstýrinum og tí er tað upp til løgtingið at taka avgerð um hvørjar fylgir tað skal hava fyri løgmann - at hava tikið munnin ov fullan eftir at hann í tinginum áhaldandi varð lagdur undir líkt og ólíkt av andstøðuni.

Nevndin í Norðoya Sambandsfelag hevur á fundi í kvøld samtykt at Kaj Leo Holm Jóhannesen hevur fullan stuðul frá felagnum, sum formaður flokksins.

Sambandsflokkurin hevur stórar innanhýsis avbjóðingar, ið eiga at raðfestast hægri enn at tosað um at skifta formannin út beint nú.

Vit harmast um ósakligu viðgerðina av frágreiðingini har niðurstøðan er at allar ákærurnar sum øsingin í miðlunum og á tinginum bygdu á einki hald høvdu í veruleikanum.

Klaksvík tann 29. juni 2015

Nevndin

John William Joensen, form.
Atli Rasmussen, næstform.
John Kári Jacobsen, skrivari
Elisabeth Joensen, nevndarlimur
Magnus Arge, nevndarlimur
Poul Martin Rasmussen, kassameistari

Víst verður til niðanfyri nevndu skjøl: http://www.logting.fo/files/casecommittee/291/Samandrattur.pdf

http://www.nordlysid.fo/eg+otist+um+fullkomiligu+vanvittigu+osingina+eftir+nidurstoduna+hja+gammeltoft.html