Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á mynd síggjast , frá høgru : Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum, Turið Horn, næstforkv í Bót til Bata, Lene Knudsen úr DK, Oddny Kvalvik, Norra, Olaug Høie Mortensen, Norra, Heidi Hvidbro, forkvinna í Bót til Bata og Elisabeth B. Nordstrøm, Svøríki.

Norðurlendskur fundur fyri bróstkrabbafeløg í Føroyum

Hetta vikuskifti hevur Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum vitjan av teimum norðurlendsku bróstkrabbafeløgunum og í hesum sambandi skipar bólkurin fyri felags fundi fyri norðurlendsku bróstkrabbafeløgini.

Norðurlendskur fundur fyri bróstkrabbafeløg í Føroyum

Hetta vikuskifti hevur Bót til Bata hjá Krabbameinsfelagnum vitjan av teimum norðurlendsku bróstkrabbafeløgunum og í hesum sambandi skipar bólkurin fyri felags fundi fyri norðurlendsku bróstkrabbafeløgini. Hetta er fyrsti fundur av sínum slag og endamálið er at fáa í lag samstarv um felags áhugamál, skipa hjálpararbeiðið á bestan hátt, fáa og deila nýggja vitan og síggja hvat rørist í teimum ymsu londunum. Eisini er endamálið at skipa fyri norðurlendskari ráðstevnu um bróstkrabba, fyri kvinnur, ið gera sjálvboðið arbeiði í krabbameinsfeløgunum í norðurlondum. Ráðstevnan er annað hvørt ár og skiftast londini um at vera vertir.
 
Vit í Krabbameinsfelagnum eru sera fegin um at vera stigtakari til fyrsta fundin og vóna, at vit fáa eitt gott og gevandi samstarv norðurlond ímillum.
 
Vinarliga
 
Krabbameinsfelagið

Jansy Gaardlykke
Dagligur leiðari






0.00 does not include shipping & tax