Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mið & Magn nr. 11 - oktober 2011

Norsk skip hála Fas niður

Nú vantar ógvuliga lítið í, áðrenn Føroyar sleppa á hvíta listan hjá evropeisku skipaeftirlitssamstarvinum Paris MoU. Serliga gomul norsk skip undir føroyskum flaggi hava verið eftirbátar viðvíkjandi trygdini, so neyðugt hevur verið at hildið teimum aftur í evropeiskum havnum, stendur í nýggjasta Mið & Magn, sum Skipara- og Navigatørfelag, saman við Maskinmeistarafelagnum geva út. Blaðið hevur samrøðu við Vilhjálm Gregoriussen, stjóra á Skipaeftirlitinum, sum vit hava valt at taka brot burturúr.

Tað gongur niður eftir hjá Føroysku Altjóða Skipaskrásetingini, FAS, á listanum hjá evropeiska skipaeftirlitssamstarvinum Paris MoU, og í teirra mátistokki fyri trygd umborð og umhvørvistrygd er tað ein jalig gongd.

Vilhjálmur Gregoriussen vil ikki sjálvur taka dagar imillum, hvør skikkar sær best, og hvør skikkar sær ingast, men á listanum hjá Paris MoU sæst, at tað serliga eru eldri norsk skip undir føroyskum flaggi, sum fáa nógvar viðmerkingar, ella verða afturhildin, tá eftirlit verður framt umborð á teimum.

Tað kann tykjast løgið, at so nógv verður gjørt burtur úr at sleppa á hvíta lista hjá Paris Mou, tá Føroyar als ikki er limur har.

– Har er tað bara so, at vit kunnu ikki seta okkum upp ímóti PSC-eftirlitið í útlendskum havnum, sama um vit eru limir í Paris MoU ella ikki, staðfestir Vilhjálmur Gregoriussen:

Sjálvur hevði hann ynskt, at Føroyar vóru limir í Paris MoU.

– Okkara játtan er tó so avmarkað, at vit hava raðfest annað virksemi hægri enn limaskap í Paris MoU. Vit hava als ikki orku til at gera PSC-eftirlit, og tí er rættiliga avmarkað eftirlit við útlendskum skipum yvirhøvur, sum koma í føroyska havn, sigur stjórin í Sjóvinnustýrinum.

Vilhjálmur Gregoriussen sigur, at ein møguligur føroyskur limaskapur í Paris MoU hevði kostað umleið eina millión krónur um árið, stendur m.a. í greinini.