Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Norski forsætisráðharrin vitjar Føroyar

Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen hevur boðið forsætisráðharra Noregs, Jens Stoltenberg til Føroyar. Í hesum sambandi kemur forsætisráðharrin til Føroyar á almenna vitjan í mai. Endamálið við vitjanini er at styrkja vinarbondini og samstarvið millum Føroyar og Noreg.

Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen sigur: “Jens Stoltenberg hevur leingi ynskt at vitja Føroyar. Føroyar og Noreg hava tøtt søgulig og mentanarlig bond og mong felags áhugamál eitt nú viðvíkjandi fiskivinnu og ES. Vitjanin er eitt gott høvi at umrøða hesi evni og styrkja samstarvið landanna millum.”

Skráin fyri vitjanina verður almannakunngjørd seinni.