Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nótaskip fer frá risastórum avlopi í 2016 til undirskot í 2018

Við at analysera roknskap og kvotur fyri 2016 og 2018, sæst, at nótaskip fer frá avlopi í 2016 til undirskot í 2018

Ber tað til at nótaskipini hava hall í 2018? Hetta ljóðar sum skemt. Men tað er tað ikki. Útrokningin er gjørd og aftaná samanborin við roknskapartølini hjá tí skipi, sum er brúkt sum dømi. Og sum sæst niðast í hesari grein, eru fleiri av skipunum, sum hava stórst avreiðingarvirði rættuliga jøvn í stødd av kvotum. Tí kann hetta dømið ivaleyst siga nógv um hini skipini eisini.

Vit hava hoyrt partar úr uppskotinum um tilfeingisgjald fyri 2018, sum væntandi verður lagt fram í morgin, fríggjadagin. Út frá tí, sum er frætt, havi eg so gjørt ávísar útrokningar. Eisini vita vit á leið hvussu nógvan uppisjóvarfisk vit kunnu fiska komandi ár.

Vit hava tikið støðið í einum uppisjóvar skipi við vanligari kvotu. Tað er eitt sindur ójavnt hvørji rættindi ymisku skipini hava. Somuleiðis er greitt, at skipini hava havt sera stórar kvotur. Men hesar kvotur minka rættuliga nógv. 

Og tí havi eg gjørt eitt roknistykki fyri eitt av hesum skipum.

Úrslitið er ræðandi.

Við at taka tey rættindi, sum eitt vanligt uppisjóvar skip hevur  og draga frá tað sum kvoturnar minka og tað sum skal seljast á uppboðssølu, broytist úrslitið nógv skeiva vegin.

Lækkingin í prosentum er 60,5%. Veiðuvirðið lækkar tí meira enn 100 milliónir. Sum tummilfingur-reglu ber til at siga, at tá minkar botnlinjan hjá reiðaranum við uml. 60-65 prosentum. Útrokningin sum er gjørd er sera neyv. Har er alt tikið við. Útreiðslur eru taldar við niður í smálutir. Men smálutir upplýsi eg ikki.

Í 2018 verður úrslitið 73,5 milliónir verri áðrenn skatt enn í 2016. Tað verður tí undirskot. 

Soleiðis sum eg dugi at síggja tað, so fáa øll skipini undirskot í 2018. Tey sum eiga fleiri skip kunnu tó leggja okkurt av sínum skipum og fiska samlaðu kvotuna við einum skipi. Men við tilfeingislógini í huga, er ivaleyst skilagott at hava nakað av rakstri við øllum skipum og harvið verður ongin ónormalur vinningur! Ikki um at tala, vísur tað seg, at prísurin fyri gomul skip er ov lágur.

Hetta vísir okkum eisini, at ongin nýggjur aktørur kann sleppa fram at og teir minstu aktørarnir fara allir konkurs. Og vit vita hvør so keypur á uppboðssøluni. Og teir eru allir sum ein, óynsktir av øllum. Ikki bara av øðrum í vinnuni. Men eisini av politikarum og Føroya fólki. 

Tað er ikki neyðugt at verða búskaparfrøðingur at rokna út, at lægsta boð á uppboðssøluni, har manningin ikki luttekur í gjaldingini av rættindunum, fyri t.d. makrel verður upp til 2 krónur hægri við lágløntari  manning. Tí er alternativið at keypa á uppboðssølu ikki møguligt, uttan so at verðandi reiðarar skifta Føroysku manningina út við útlendska bíliga manning, sum sambært tekstinum á síðu 117 í uppskoti um sjófongi, er loyvt. Á síðu 117 stendur: Tað ber til at skipa viðurskiftini soleiðis, at manningin ikki kemur undir kravið um arbeiðsloyvi!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!!

So bye bye føroyski sjómaður!  

Eivind Jacobsen
Strendur

Frágreiðing: Kvotan av makreli minkar 20% sildakvotan minkar 40% og svartkjaftakvotan er óbroytt. Sildaprísurin lækkar 50% og svartkjaftaprísurin 35%. 7% verða royndakvotur og 25% verða seld á uppboðssølu. Avtalur við onnur lond eru roknaða at minka í sama lutfalli sum kvotur minka soleiðis at lutfallið verður óbroytt. Somuleiðis er mótrokna og tikið hædd fyri at í ár er ávísur partur seldur á uppboðssølu og er hesin mótroknaður. Oljunýtslan er regulera fyri færri væntaðar fiskidagar. Rokna er eisini við at manningin betalur fyri ásetta tilfeingisgjaldi av eginkvotum, eins og gjørt verður í dag.

Rokna verður ikki við at keypa kvotu á uppboðssølu. Hetta tí at soleiðis sum lógin er orða, hava skip, sum brúka bíliga manning, nógv best kappingarføri og keypa 100% av uppboðssølupartinum. 

Støða er ikki tikin til at reka skip við útlendskari manning, men tað kann gerast neyðugt. 

Fyri at lesarin sjálvur kann gera sær eina meining, viðhefti eg eina útrokning yvir avreiðingarvirði hjá ymisku skipunum. Hendan útrokning er gjørd við at finna miðalprísin fyri 2016 á ymsiku fiskasløgunum og falda hann við veiðuna. Við nakað av stríði kann ein telja seg til hesi tøl á síðuni hjá Vørn. Havi eftirkanna í onkrum innanhýsis roknskapi. Og tølini eru rættuliga bein. So bein at ongin orsøk er at rokna umaftur og tølini eru rættvísandi. Tann feilur sum er, er tí at øll fáa sjálvandi ikki miðalprís alla tíðina, umframt at Næraberg og Norðborg framleiða umborð.

Sum onkur kanska hevur hugsa, so tosa vit um at minkingin í sølu verður á leið 60% Helvtin er minni kvotur og prísur og hin helvtin uppboðssøla.  Tað sum fer á uppboðssølu verður keypt av teimum, sum eru skjótastir at fáa sær bíliga manning.

                              Avreitt 2016
Skip                             í krónum
                              tilsamans

Norðborg                    170.488.966 
Christian í Grótinum     87.236.680 
Fagraberg                   223.288.350 
Høgaberg                     61.530.000 
Finnur Fríði           141.004.850 
Jupiter                   169.341.130 
Tróndur í Gøtu           179.429.844 
Tummas T                     51.366.942 
Norðingur                   126.292.944 
Næraberg                    64.196.576 
Slættaberg              6.657.000 
Kappin                    18.647.598 
Kúrberg                      6.503.595 
RAN                            19.008.714