Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Notat um sølu av bygningum hjá landinum

Við ársenda 2014 seldi Landsverk vegna landsstýrið nøkur sethús hjá landinum. Ein løgujáttan at selja almennar bygningar kom í fíggjarlógina 2014, tí mett varð, at tørvur var ikki á bygningunum longur. Í fíggjarlógini 2015 er somuleiðis ein játtan at selja almennar bygningar, sum tørvur ikki er á, ella sum ikki eru nýtiligir longur.

Landsgrannskoðanin hevur latið løgtingsgrannskoðarunum eitt notat um søluna av bygningunum. Notatið kann lesast her: http://lg.fo/images/Adrar_fragreidingar/2015/Notat_sola_alm_byg.pdf

Til ber at tekna seg á www.lg.fo til móttøku av regluligum tíðindabrøvum, sum stovnurin sendir út.