Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú ber til at søkja stuðul úr Jólamerkjagrunninum

Stuðul verður latin á hvørjum ári til stovnar, feløg og onnur, ið virka fyri tiltøkum til frama fyri børn.

Eisini kann stuðul latast til tiltøk til frama fyri ungdóm, fólk, ið bera brek ella onnur samfelagsgagnlig endamál.Síðan jólamerkjagrunnurin varð settur á stovn í 1979, er stuðul latin til nógv ymisk endamál. Seinastu árini hevur grunnurin latið felagsskapinum KRIS, skótaliðnum hjá KFUM og ‘Øll hava rætt til góð barnaár’, ið er eitt tilboð hjá Bláa Krossi Føroya, stóran stuðul.

Sambært viðtøkunum fyri grunnin hevur Jólamerkjagrunnurin til endamáls at býta út vinningin av søluni av jólamerkjum, ið Posta gevur út. Nýggj jólamerki verða sniðgivin hvørt ár og í ár hevur Suffía Nón sniðgivið jólamerkini. Eitt ark við 30 merkjum kostar kr. 30,00 og ársins jólamerki fáast til keyps á Posta frá 2. november 2020. Tó kunnu tey longu nú bíleggjast á www.stamps.fo

Vælgrundaðar umsóknir við fullfíggjaðari fíggjarætlan hava fyrimun. Tó kann stýrið játta stuðul eftir egnum uppskoti.

Freistin at senda inn umsókn er 31. oktober 2020.

Umsóknin skal stílast til Jólamerkjagrunnin og sendast til:

jolamerkjagrunnurin@posta.fo  ella við brævi til

Jólamerkjagrunnurin
Postsmoga 3009
110 Tórshavn