Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú ber til at varðveita telefonnummarið, tá kundar skifta fjarskiftisveitara

Í dag verður skipanin um nummarportabilitet sett í verk. 

Nummarportabilitetur merkir í stuttum, at ein kundi hevur møguleika at varðveita sítt telefonnummar, hóast hann teknar hald hjá øðrum fjarskiftisveitara. Hetta hevur ikki verið møguligt í Føroyum fyrr enn nú.

Á vári 2014 legði Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, fram lógaruppskot, sum áleggur føroysku fjarskiftisveitarunum at bera soleiðis í bandi, at kundar frameftir kunnu varðveita sítt upprunaliga telefonnummar, tá teir skifta veitara.

Í eini viðmerking sigur Johan Dahl: “Endamálið við skipanini um nummarportabilitet er at skapa betri fortreytir fyri kapping á fjarskiftismarknaðinum. Frameftir verður tað lættari hjá borgarum at skifta fjarskiftisveitara, tí teir nú kunnu varðveita verandi telefonnummar, tá teir skifta veitara. Við tað at forðingarnar fyri mobilitetinum á fjarskiftismarknaðinum nú eru burtur, eru sannlíkindini fyri kapping batnaði og eigur hetta í síðsta enda at koma øllum fjarskiftiskundum til gagns. Eg fegnist stórliga um, at vit nú eru komin á mál við nummarportabiliteti í Føroyum.”