Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú byrjar fimleikurin aftur

Fimleikur fyri øll, sum hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi. Vit byrja aftur mánadagin 4. september kl. 19.00 í Sankta Frans Skúla.
 
Fimleikafelagið Ljósið í Havn, hevur saman við Krabbameinsfelagnum, eitt fimleikalið, ið nevnist Firvaldar. Fimleikurin er fyri øll, sum hava, hava havt ella eru í viðgerð fyri krabbamein, og teirra avvarðandi. 
 
Dentur verður lagdur á venjingar, sum geva styrki og konditión. Fimleikurin er fyri øll, sum hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi.
 
Krabbamein rakar ikki bert tann sjúka, men alla familjuna. Tí verður holdið skipa soleiðis, at øll familjan kann vera saman um at venja. Hetta verður ein løta, har til ber at hava tað stuttligt, mennandi og samstundis koma í betri venjing.
 
Tiltakið er ókeypis
Rørsla og styrkivenjing hevur stóran týdning, bæði likamliga og sálarliga. Ítróttur og rørsla betra um útlitini fyri at gerast frísk/ur, samstundis, sum tað gevur styrki at standa ímóti hørðu viðgerðini.
 
Venjari er Anna Maria Joensen. Anna Maria er útbúgvin fysioterapeutur og starvast dagliga á Landssjúkrahúsinum. Vant verður mánakvøld kl. 19.00 til 20.00 í fimleikarhøllini Sankta Frans skúla. Har hava vit sera góðar umstøður.
 
Ynskir tú at hoyra nærri um fimleikin ella hevur tú spurningar til tilboðini hjá Krabbameinsfelagnum kanst tú seta teg í samband við okkum við at ringja 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo 
 
Firvaldar hava ein bólk á Facebook har kunning og annað samskifti fer fram. Bólkurin eitur Firvaldar. Sí https://www.facebook.com/groups/426427107435633/