Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú er Havnin klár til eldraøkið

Alt eldraøkið og heimatænastan verða kommunalt ábyrgdarøki 1. januar 2015, og henda hin størsta kommunala yvirtøkan nakrantíð er í tryggum hondum í Tórshavnar kommunu.

Úrslitið av fyrireikingunum higartil er savnað í arbeiðsriti fyri Heilsu- og umsorganartænastuna í Tórshavnar kommunu. Yvirskipaði setningurin hjá býráðnum er “Virkin og vakin – alt lívið”, og í ymsum málsetningum hevur býráðið sett út í kortið tey krøv og tær væntanir, sum Heilsu- og umsorganartænastan skal liva upp til aftrat lógarkrøvunum annars. Kjarnuuppgávurnar eru røkt, viðgerð, heilsustimbran, fyribyrging og rehabilitering.

Heilsu- og umsorganartænastan er skipað í triggjar eindir, har meginuppgávan í tvørfakligari toymisskipan at samskapa og samskipa allar tænastur og øll tilboð á økinum. Heilsu- og umsorganartænastan er bygnaðarliga skipað í trivnaðarfyrisitingini undir sosialu deild í Tórshavnar kommunu.

Í vikuni varð nýggj stór arbeiðstilgongd sett í gongd, har 8 ymisk toymi arbeiða við ymsum pørtum av at skipa Heilsu- og umsorganartænastuna, eins og at fyrireika alla yvirtøkuna í mun til starvsfólk, fígging, tænastur v.m.

Á myndini handar borgarstjórin Heðin Mortensen Bjørghild Djurhuus, forkvinnu í trivnaðarnevndini, arbeiðsritið. Borgarstjórin segði í hesum sambandi, at hann var sannførdur um, at kommunan er væl fyrireikað at taka ímóti hesi uppgávu og longu nú leggur langtiðarstrategi fyri økið.

- Alt økið er nú endaliga skipað í einum tvørfakligum samstarvi innan allar tænastur, og hóast avbjóðingarnar áhaldandi eru nógvar, kenni eg meg fullvísan í, at Tórshavnar kommuna er væl ílatin til uppgávuna serliga tí, at vit hava so dugnalig og engasjerað starvsfólk, sum nú leggja nógva orku í at gera yvirtøkuna til eina succés og eina fyrimynd, segði Heðin Mortensen.