Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú er klárt at skráseta vápn

Síðan í summar hevur Umhvørvisstovan merkt stóran áhuga millum fólk at skráseta síni lógligu vápn. 

Umhvørvisstovan fegnast um, at fólk eru so altráð eftir at fáa viðurskiftini í rættlag, tí flest øll eru samd í, at handfaring av vápnum er álvarsmál. Nú eru skipaninar klárar, so vápnini kunnu skrásetast og vápnaprógv útskrivast.

Øll skotvápn skulu skrásetast í vápnaskránni í seinasti lagi 1. januar 2017. Vápnaskrásetingin fer fram á heimasíðuni: http://vapn.us.fo/

Umframt at skráseta vápnini skulu øll, sum brúka vápn, hava vápnaprógv. Hetta kravið er galdandi frá 1. januar 2017. Persónar, sum eru føddir fyri 1986, kunnu fáa vápnaprógv uttan at hava staðið vápnatrygdarskeið. Hetta er tó treytað av, at vápnið ikki er keypt eftir 1. januar 2016. Vápnaprógv fæst við at søkja Umhvørvisstovuna: http://vapn.us.fo/ um hetta, og aldursmarkið er 18 ár.

Ongin, føddur í 1986 ella seinni, fær vápnaprógv uttan at hava staðið eitt vápnatrygdarskeið. Sama kravið er galdandi fyri øll, sum hava keypt vápn síni eftir 1. januar 2016, óansæð um hesir persónar eru føddir fyri 1986.

Á heimasíðuni http://us.fo/Default.aspx?ID=14200 sæst yvirlit yvir góðkendar veitarar av vápnastrygdarskeiði.

Lógin um vápn sæst her.
http://logir.fo/Kunngerd/74-fra-28-06-2016-um-skraseting-av-skotvapnum

http://logir.fo/Kunngerd/93-fra-07-09-2016-um-vapnaprogv