Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú er sett út í kortið til Vísindavøku 2012

Fyrireikingarnar til árligu Vísindavøkuna eru av álvara farnar í gongd. Granskingarráðið skipar á fimta sinni fyri Vísindavøkuni,sum í ár verður 27. og 28. september í fabrikkini hjá Öström. Neyva skráin kemur seinni í summar, men vit kunnu longu nú avdúka, at hetta verður størsta Vísindavøkan higartil.** Tiltakið er sum vant partur av evropiska tiltakinum Researchers' Night og í ár hava vit fingið fíggjarligan stuðul til tiltakið frá ES.

Hósdagin 27. og fríggjadagin 28. september frá kl 8 til umleið 14 verður tiltak fyri 10. flokksnæmingar (hósdag) og miðnámskúlanæmingar (fríggjadag). Innbjóðing er send til allar skúlar, tilmeldingafreistin er 10. september. Plássið er avmarkað, so tey sum teknað seg fyrst hava framíhjárætt.

Almenni parturin av Vísindavøkuni byrjar fríggjadagin 28. september kl 16 og varðir til midnátt. Talan er millum annað um framsýningar, framløgur, sýningar og útferðir. Um kvøldið verður stórt tiltak við tónleiki og øðrum.

Les meira um Vísindavøkuna her http://www.gransking.fo/Default.aspx?pageid=19161

Fyri at varpa ljós á gransking og týdningin av gransking fyri fólk flest, hava vit skriva út tvær kappingar: eina filmskapping og ein kapping um bestu granskingarmiðlingina.

Filmskapping

Granskingarráðið bjóðar øllum, sum hava hug, at luttaka í filmskapping. Treytin fyri luttøku er einføld. Talan skal vera um stuttfilm, sum luttakarin sjálvur hevur gjørt, og sum snýr seg um gransking.

Hvat er gransking? Hvussu verður granskað? Hvat verður granskað? Hvussu ímyndar tú tær ein granskara, sum er til arbeiðis í Føroyum?

Hevur tú hug at gera ein film, sum kann lýsa part av hesum og líknandi spurningum innan gransking, so er at finna myndatólið fram. Les um endamálið og krøvini til Filmskappingina:

http://www.gransking.fo/Default.aspx?pageid=19162

Heiðursløn fyri góða miðling av gransking

Granskingarráðið hevur gjørt av at heiðra einum persóni, sum hevur dugað serliga væl at miðla granskingarúrslit, hevur víst á týdningin av gransking ella á annan hátt varpað ljós á nyttuna av vísindum.

Talan kann verða um granskara, miðalfólk ella annan, sum á greiðan og lætt skiljandi hátt hevur lýst granskingarúrslit og víst ávirkanina og týdningin av hesum í okkara gerandisdag. Hetta kann vera í útvarps- ella sjónvarpssendingum, í greinum, fyrilestrum, bókum, plakatum ella øðrum.

Les um endamálið og krøvini til Miðlaheiðurslønina:

http://www.gransking.fo/Default.aspx?pageid=19163

Støðug menning av Vísindavøkuni

Tiltakið Vísindavøka hevur ment seg sera nógv síðani fyrsta tiltakið í 2008. Vit halda sjálvi, at Vísindavøkan er eitt gott amboð til at varpa ljós á gransking og til at økja almennu fatanina av gransking og granskingarúrslitum.

Tilfar frá undanfarnum Vísindavøkum er at finna her:

http://www.gransking.fo/Default.aspx?pageid=15154

Hevur onkur viðmerkingar til undanfarnu tiltøkini, ynski ella hugskot til Vísindavøkuna 2012, frætta vit fegin á gransking@gransking.fo  ella á telefon 567800. Til ber eisini at vitja okkum í Vágsbotni, inngongd til vinstu fyri Kaffihúsið.