Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú er valt!

Nú er valt, og borgarstjórin kann stýra einsamallur í Tórshavnar kommunu við sjey av 13 býráðslimum.

Vit í Tjóðveldi, sum hava verið í samgongu við Javnaðarflokkin síðan 2005 og hava stýrt kommununi bæði væl og virðiliga, fingu eftir umstøðunum eitt gott val, nú samstarvsflokkur okkara vann so stóran sigur.

Vit ynskja Javnaðarflokkinum og Heðini Mortensen hjartaliga til lukku við úrslitinum. Við sínum 2637 persónligu atkvøðum og reinum meirluta hevur Heðin Mortensen fingið eina sera stóra ábyrgd lagda á sínar herðar.

Hendan ábyrgd og undirtøka byggir á avrikini, sum hansara flokkur og Tjóðveldi í felag hava framt síðan 2005. Vit meta samlaða valúrslitið sum eina sera dygga álitisváttan á okkara samgongu, hennara arbeiðslag og hennara avrik.

Tí hava vit boðað frá, at vit fegin halda fram í samgonguni hóast reina meirilutan hjá okkara samstarvspartnara seinastu átta árini. Framhald av samstarvinum er besta trygdin fyri, at kósin verður hildin, og at røttu úrslitini verða framd.

Takki samstundis hjartaliga teimum 445, sum atkvøddu fyri mær persónliga á valinum. Varð fyrstu ferð valdur í 2000 og fari nú undir fjórðu býráðssetuna í Tórshavnar býráð. Álitisváttanin fløvar.

Takki øllum valevnum Tjóðveldis fyri gott avrik í valstríðnum og á valinum. Hetta hevur verið ein áhugaverd og gevandi tíð. Spell, at vit ikki rukku fjórða umboðnum. Tað var nær við.

Takki Jákupi Símuni fyri gott samstarv og avrik í býrássetuni og ynski Marini Katrinu til lukku við afturvalinum.

Jákupi Dam í Kollafirði ynski eg til lukku við nývalinum. Ikki eiti á debut á politiska pallinum. Tað boðar frá góðum.

Jógvan Arge, býráðslimur fyri Tjóðveldi