Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú eru øll glað fyri Sjóvinnnuhúsið

Hóast ivi so mangan hevur verið sáddur um tær ætlanir, undanfarna býráðssamgonga hevði við Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju í Havn, er ivin ferð eftir ferð gjørdur til skammar – og ikki minst, nú Sjóvinnuhúsið er um at verða liðugt.

Sum ynskiligt var, verður tað brúkt til virksemi, ið kemur at gagna Havnini, og hartil er talan um ymiskt virksemi, ið passar serstakliga væl inn í bæði bygningar og umhvørvi. Nú gongur sjón fyri søgn, at okkara ætlanir ikki bara vóru heit luft, men nú veruliga sleppa at standa sína roynd.

Tað er gleðiligt at síggja, at arbeiðið gevur úrslit, og somuleiðis fløvar tað, tá tú eisini sært og merkir, at onnur seta prís upp á tað, sum er komið burturúr. Ovurhonds stórur áhugi er fyri Sjóvinnuhúsinum og tí virksemi, tað kemur at hýsa, og hesin áhugi sást ikki minst henda dagin, tá skipað varð fyri vinnudegi fyri stúgvandi fullari høll í Sjóvinnuhúsinum.

Vinna og vitan saman
At vinna og vitan kunnu ganga hond í hond, hevur alla tíðina verið ein tanki við tí arbeiði, vit settu út í kortið, og onkursvegna kennist tað, sum er endamálið við húsinum nú rokkið, so Havnin fær enn eitt kraftsentur fyri útbúgving, vinnu og gransking.

Vit mugu ásanna, at hetta hevur verið ein tungur burður, tí so nógv er skrivað og skeldað um hesa umbygging, ið undanfarna samgonga setti í verk. Men so mikið hugaligari er tað at síggja, at júst okkara ætlanir við bygninginum nú gerast veruleiki, og at øll nú taka so væl ímóti tí.

Vónandi er øll mótstøða burtur, sum hevur verið, tí at øll nú fegnast um stóra virksemið, ið verður aftur á Vestaru bryggju, er tað vónandi bara byrjanin, tí evsta málið við tí heila er, at eisini Bacalao og tess umhvørvið fær nýggjar møguleikar, so vit í størri mun fara at síggja skip og uppskiping á Vestaru bryggju.

Síggja møguleikar
Sjálvur ivist eg onga løtu í, at Sjóvinnuhúsið kemur at roynast væl, og eg eri sannførdur um, at eftirtíðin fer at vísa, at tað tó var gott, at vit eisini har tordu at hugsa stórar tankar, tí tað kundi verið so skjótt, at einki spurdist burturúr og alt bara varð javnað við jørðina. At vit nú síggja møguleikar lata seg upp í staðin, kann eg bara fegnast um.

Tað einasta, eg hinvegin harmist um í hesum sambandi er, at Sjúrður Olsen ikki kundi vera ein aktivur partur av hesum nú, tí hansara partur liggur so sanniliga ikki eftir. Við góðum arbeiðslagi stóðu vit væl saman um útbygging av bæði Tórshavnar havn og Sjóvinnuhúsinum, og Sjúrður eigur eina stóra tøkk uppiborna fyri, at Sjóvinnuhúsið nú stendur sum eitt stolt úrslit.

Tíbetur eru øll nú glað – eisini tey, sum bæði í skrift og talu vóru ímóti hesum ætlanum av fyrstan tíð – og tað tykist nú teimum allarflestu so sjálvsagt, at henda loysnin varð roynd á Vestaru bryggju. Sjálvur eri eg ikki minst glaður, tí tað jú er ein ófrávíkilig sannroynd, at tá Havnin hevur tað gott, so hava allar Føroyar tað gott.

Heðin Mortensen
býráðslimur