Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú fáa viðingar eina náttúrulund miðskeiðis í bygdini

Eftir at “Áhugafelagið Lund við Spónhyl” var stovnað 19. mai 2015, verður nú farið undir at gera náttúrulundina, sum kann vera nýtt til rekreativ endamál.

Tíðindaskriv:

Náttúrulundin fer at vera 14.431 m2 til støddar – og hon er staðsett vestantil á eiðinum á Viðareiði, niðan fyri skúlan, har sum ein stórur hylur var í gomlum døgum, nevndur Spónhylurin.

Verkætlanin er stór og áhugaverd. Nógv tilfar skal til at gera lundina. 12.600 m3 av eyri skulu til at byggja heyggjar við ymiskum skapi fyri at geva lívd. Oman á heyggjarnar skal mold leggjast, og runnar og annar vøkstur gróðursetast.

Tríggir hylar skulu gerast, og til hetta og at gera gøtur ímillum heyggjarnar skulu 7.000 m3 av gróti brúkast. 200 m3 av skervi skulu leggjast á gøturnar. Miðskeiðis í økinum verður eitt torg, ið hóskar til ymisk tiltøk. 

Grót og skervur kemur úr Viðareiðistunlinum; eyrur kemur frá avgrevstri inni í Dølum. 

Sáttmáli er gjørdur við Articon um at gera heyggjarnar, byrgingarnar og gøturnar. Teir fara í gongd við arbeiðið fyrsta dagin og eru lidnir í seinasta lagi 1. november 2015. Fígging til hetta er fingin til høldar.

Limirnir í áhugafelagnum skulu eisini til verka. Nógv skal gróðursetast í økinum, so umframt at seta niður runnar og annað, skal økið gerast klárt, umframt at skervur skal leggjast á allar gøturnar. 

Síðan stovnsetingina av áhugafelagnum hevur nevndin fingist við formell viðurskifti kring verkætlanina. Hetta er m.a. skráseting og leiga av undirlendi, umframt at fáa fíggingina undir land og at gera sáttmála.

Í áhugafelagnum Lund við Spónhyl eru 200 limir. Øll, sum taka undir við endamáli felagsins, kunnu vera limir. Einki formligt limagjald er ásett.