Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú fáast jólamerkini og aðrar jólavørur til keyps á posthúsum kring landið og eisini á www.posta.fo

Jólamerkini

Katrin Andreasen, sum er prýðissniðgevi og gullsmiður, hevur sniðgivið ársins jólamerki, sum mynda flættað hjørtu.

Tað sermerkta við hesum er, at flættingarmynstrini eru gomul føroysk bindingarmynstur. Snotiligur faldari fylgir við jólamerkjaarkinum.

Avlopið av jólamerkjasøluni fer óskert til Jólamerkjagrunnin, sum ger eitt stórt arbeiði fyri børn og ung í Føroyum.

Jólakort

Myndirnar frá jólamerkjunum prýða somuleiðis jólakortini í ár, sum verða seld saman við bjálvum.

Jólaprýði

Vælumtóktu jólaprýðini eru aftur at fáa í ár – Janus Guttesen hevur sniðgivið jólaprýðini, sum í ár mynda Vesturkirkjuna, Sandavágs kirkju og Fríðrikskirkjuna. Jólaprýðini í fjør vórðu útseld, men eru nú aftur at fáa.

Ársmappa og árbók

Ársmappan og árbókin við øllum ársins frímerkjum fáast somuleiðis til keyps á posthúsum kring landið.

Árbókin lýsir við greinum og vøkrum myndum allar ársins frímerkjaútgávur, og hóskar seg væl at senda sum gáva uttanlands – bæði til fyritøkur og kenningar - við tað at tekstirnir eru bæði á enskum, týskum og donskum.