Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú hoyrist at 5 loyvir eru givin til at gagnnýta vatnið úr Sumbiar bergholinum

2 av loyvinum eru givin til feløg úr Suðuroy (Kirvi og eitt nýtt
felag) og 3 loyvir givin til feløg norðanfjørðs (Thor, MBM og Føroya Bjór).

Tað hoyrist eisini at summi av hesum feløg ætlað sær at seta upp tappi-høll til at fylla vatn á fløskur. (Hetta átti at veri gott fyri virksemi í Suðuroy). Onkur vil tó verða við at feløgini norðanfjørðs, ikki hava ætlan um at seta tappi-høll upp í Sumbiar sókn, men ætla sær at flyta vatnið av oynni og tappa tað norðanfyri.
(Veit ikki um tað eru treytir álagdar loyvinum).

Tað kann ikki verða rætt at oyggin skal drenast fyri vinnuligum virksemi. – Laksurin sum er aldur í Suðuroy verður fluttur til virkingar norðanfjørðs og avfalli liggur eftir á botni. Arbeiðspláss sum tey stóri føroyski feløgini reypa sær av at hava skapt í oynni, eru fyri tað mesta "seson-arbeiði”, sum ongin aðrastaðni skoytir um.
Nógv arbeiðsfólk úr Suðuroy mugu ferðast av oynni fyri at forvinna sær pening og nógv av hesum fólki velur at enda at flyta av oynni, tí ferðasambandið er so trupult. Tó hava myndugleikarnir valt at brúka pening uppá eina luksus-tunnil millum Streymoy og Eysturoy, heldur enn tunnil til Sandoy, sum kanska kundi hjálpt uppá støðuna í sunnara parti av landinum.

Við at varpa ljós á loyvini, sum ætlanin er at geva til at gagnnýta vatni úr Sumbiar bergholinum, vóni eg at tit øll kenna álvaran av hvat avleiðingar hetta vil fáa fyri fyritøkurnar sum hava “adressu” í Suðuroy.
MBM (sum sigst at fáa stuðul frá landinum, fyri mjólka framleiðslu) og Føroya Bjór, hava tappu-útgerð klára norðanfjørðs. Hetta kann føra við sær, at tey bæði feløgini sum eru í Suðuroy, kanska vilja fáa trupulleikar at fáa fígging til teirra verkætlanir.

Tað hevði blivið eitt ráma skríggj í Klaksvík, um okkurt felag úr Suðuroy, hevði fingið hjálp frá landinum at “moga” grundarlagið undan Føroya Bjór.

Vatni úr Sumbiar bergholinum er ogn hjá landinum. Men tað er tilfangi í havinum eisini, men har sleppir ongin annar framat.

Landsstýri tosar um økismenning og at royna at “bjarga” pørtum av landinum sum eru illa fyri, og samstundis eru teir við til at oyðileggja ein av teimum fáu møguleikunum, sum kunnu skapa virksemi í Suðuroy.

Hetta hongur slett ikki saman.

Vinarliga heilsan

Torri Thomsen.

http://logting.elektron.fo/logtingsmal/logtingmal99/vanlig tingmal/055.99 Vatn i sumbiarbergholinum.htm