Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú kann ferð setast á grønar orkuloysnir

Sambandsflokkurin fegnast um, at uppskotið frá Sambandsflokkinum um jarðhita og orkuloysnir, sum kunnu gagnnýta flógva vatnið í føroysku undirgrundini til upphiting av sethúsum, bleiv samtykt í Løgtinginum 3. mai.

Uppskotið til samtyktar ger Føroyar minni bundnar av olju til upphiting, og útlátið av CO2 verður munandi minni.

Umleggja vit alla upphiting til grønar orkuloysnir, spara Føroyar umleið 75 túsund tons av olju, og minka innflutningin av olju við umleið 300 mió. kr. árliga.

Tað er mangt, sum bendir á, at hitin i sjálvari jørðini er ymiskur, og øki finnast við rímuliga flógvum vatni - umráðandi er tí at finna hesi.

Hesar staðfestingar í seinastuni í samband við jarðhitaboringar vísa okkum eisini, hvussu lítil kunnleiki er um hesi náttúrugivnu viðurskifti, sum vit eiga. Tí er kanning av hesum viðurskiftum bráðneyðug at fáa gjørda beinanvegin.

Mælt verður til, at hesar loysnir sleppa undan mvg og gerast partur av tillagaðu elprísunum, ið er samtyktur á Løgtingi.

Við hesum samtykta uppskotinum verður lagt upp til at seta ferð á grønu kósina og tey mál, sum sett eru fyri 2030.

Sambandsflokkurin raðfestir grøna orku høgt, og tí fer flokkurin at fylgja málinum upp í komandi tíðum - eisini eftir eitt løgtingsval.

Sambandsflokkurin