Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú kunnu ferðavinnufyritøkur søkja úr hjálparpakka 4

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur nú lýst kunngerðina sum ger tað møguligt hjá fyritøkum í ferðavinnuni at søkja um stuðul úr hjálparpakka 4.

Tíðindaskriv:

Sambært lógini ið gevur heimild til at stuðla ferðavinnufyritøkunum, kann ein fyritøka sum hava havt eina afturgongd í umsetninginum upp á í minsta lagi 40%, fáa stuðul úr hjálparpakkanum. Hevur afturgongdin verið millum 40 og 60%, er stuðulin 50% av føstu útreiðslunum, og hevur afturgongdin verið millum 60 og 100%, er stuðulin 75% av føstu útreiðslunum.

Sambært kunngerðini sum nú er lýst, kann stuðulin til lønarútreiðslur til kjarnustarvsfólk í mesta lagi vera fyri 10 starvsfólk við fullum starvsbrøki í hvørjari fyritøku og í mesta lagi 27.000 kr. fyri hvørt starvsfólkið um mánaðin. Fyritøkan sum fær stuðul skal grundgeva fyri, at starvsfólkini, sum stuðulin verður latin fyri, eru neyðug fyri virksemið hjá fyritøkuni.

Freistin at søkja um stuðul úr hjálparpakka 4 er 1. juli.