Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

NÚ MÁ SJÚRÐUR SKAALE HALDA LYFTIÐ

Sambandsflokkurin á Christiansborg: Fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum, Sjúrður Skaale, má nú halda sítt lyfti og ávirka “maksimalt”, so Ríkisveitingin verður prístalsviðgjørd, so sum nýggi meirilutin í Føroyum ynskir.

Tey, sum vænta, at tað er ein løtt uppgáva at fáa eina avtalu við donsku stjórnina um eina veruliga prístalsviðgerð av Ríkisveitingini, fara helst skeiv. Landsstýrið hevur boðað stjórnini frá ynski sínum um eina samráðing um málið, men hetta er neyvan nóg mikið.

Tí eru nú boð eftir Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni, sum hevur givið lyfti um at stuðla almenna politikki Føroya mótvegis donsku stjórnini.

Tann 28. september almannakunngjørdi Sjúrður Skaale saman við grønlendsku fólkatingslimunum eina “principerklæring”, ið m.a. sigur soleiðis:

”Partierne forventer, at regeringen er indstillet på en åben dialog, når grønlandske og færøske sager kommer til behandling – også når det gælder sager, hvor regeringen som udgangspunkt ikke har samme holdning som flertallet i Grønland eller på Færøerne”.

Samgongan í Føroyum, tvs. meirilutin í Løgtinginum, ynskir nú at prístalsviðgera Ríkisveitingina eftir ávísum leisti. Við nevndu “principperklæring” hevur Sjúrður Skaale bundið seg til at stuðla ynskinum við “opnum dialogi” við donsku stjórnina.

Fólkatingsmaðurin hjá Javnaarflokkinum hevur góðar møguleikar at gjørt eitt gott arbeiði í so máta. Hann hevur fleiri ferðir verið alment frammi og sagt seg hava útvegað Føroyum “maksimala ávirkan” og fría atgongd til samrøður við danskar ráðharrar.

Sambandsflokkurin á Christiansborg hevur noterað sær, at fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum á síni Facebook-síðu skrivar, at tað er “keðiligt” at hava givið áðurnevnda lyfti.

Eisini gevur fólkatingsmaðurin á Facebook úttrykk fyri, at hann bert fer at gera sína ávirkan galdandi, tá atkvøðast skal um samlaðu donsku fíggjarlógina, har ið Ríkisveitingin bert er ein partur. Siðvenjan er, at allir flokkar atkvøða fyri fíggjarlógini við 3. og endaligu viðgerð, so tá hevur atkvøðan hjá Sjúrði Skaale lítla og onga ávirkan.

Samlað sæð kann hetta ikki fatast øðrvísi, enn at fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum umhugsar at bróta sítt lyfti.

Hetta er eitt álvarsligt stig hjá Sjúrði Skaale at taka. Tað sáar ikki bert iva um trúvirði hansara men kann eisini fáa stórar avleiðingar fyri Løgtingsins fíggjarlóg fyri 2012. Um fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum rennir undan sínum lyfti, má hann eisini átaka sær ábyrgd av, at stórar sparingar fara at raka vælferðina í Føroyum longu eftir nýggjár.

SAMBANDSFLOKKURIN Á CHRISTIANSBORG

Edmund Joensen, fólkatingsmaður