Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú mugu vápnini móti ES-boykottinum brúkast

Um landsstýrið vil varðveita seinasta lepan av sínum trúvirði, má tað nú brúka altjóða vápnini, ið Landsstýrið sigur seg hava, so at fráboðaða ES-boykottið ikki sleppur at standa ósvarað** Politiska skipanin í Føroyum er upptikin av at tala heldur enn at handla.

Hetta er støðan í spurninginum um boykottið, ið ES-kommissiónin hevur fráboðað orsakað av makrel- og sildaósemjuni.

Í mánaðir er tosað. Á tíðindafundum. Í pressuni. Í politisku skipanini. Og á gøtuhornunum.

Mest av øllum verður talað um, hvussu órættvíst tað er, at umheimurin fer so illa við okkum.

Landssins stjórn sigur, at av fleiri orsøkum hava vit eina góða sak at føra fram, tí grundgevingarnar fyri at hækka makrel- og sildakvoturnar eru góðar.

Hetta er helst rætt.

Tí kann tað undra, at málið ikki er vorðið til annað og meira enn orð.

Vit tosa - hini handla

Upp í saman sigur Landsstýrið, at tað er til reiðar at "samráðast í dag sum ein annan dag".

Men onki hendir.

Tað er eisini langt síðani, at Landsstýrið segði seg hava ein góða sak eftir reglunum í altjóða havrættarsáttmálanum.

Tó hendir onki.

Landsstýrið hevur fyri rúmari tíð síðani sagt seg hava møguleika at kæra fráboðaða boykottið til Heimshandilsfelagsskapin WTO.

Tað er ikki gjørt.

Seinast er eisini tosað um, at komandi boykottið kann leggjast fyri ES-dómstólin.

Tó uttan at nakað stig er tikið.

Og tað eru dagar síðani, at uttanlandsnevnd Løgtingsins lat Landsstýrinum eina loyniliga tilráðing í málinum.

Kortini hendir onki frá Landsstýrisins síðu.

Vit tosa og tosa - hini handla.

Nú er tíð at handla

Tað er púra upplagt, at summi í politisku skipanini hava áhuga í, at onki skal henda. Vit kunnu spyrja: hvør hevur politiskan vinning av, at konfliktin við umheimin heldur fram?

Hinvegin gongur manglandi handlingin sjálvsagt út yvir trúvirðið hjá Landsstýrinum og Føroya landi.

Tí má Landsstýrið nú lata seg í arbeiðsklæðini og brúka tey juridisku vápn og møguleikar, ið Landsstýrið sigur seg hava.

Onki er í vegin fyri at taka løgfrøðilig stig ímóti sjálvum boykottinum, samstundis sum roynt verður at fáa samráðingar í lag um eitt øðrvísi kvotubýti.

Best er, um siviliseraðar samráðingar kunnu loysa trætuna, men boykottið eigur man at taka løgfrøðilig stig ímóti - nú.

Ongin góða mamma

Frá politiskari síðu - serliga frá fullveldispolitikarum og teirra stuðlum - hoyrast tómar útmeldingar um, at danir hava ábyrgdina av íkomnu støðuni.

Hin gamla og slitna plátan er løgd á politiska plátuspælaran.

Tá, ið onki er til ráða at taka, er lættast at geva dønum skyldina. Vit sóu tað seinast í Eik Banka-málinum. Tá hevði Danmark eisini skyldina, hóast tað var samstarvið í ríkinum, sum endurreisti bankan og bjargaði føroyska búskapinum. Ongin misti eina einastu uppsparda krónu.

Fullveldiskreftirnar skjóta langt við síðuna av - eisini í hesum málinum.

Føroyar hava fyri mongum árum síðani yvirtikið altjóða samráðingar um fiskivinnuavtalur. Alt fiskivinnuøkið og vinnuøkið er á føroyskum hondum.

Vit kunnu siga, at á hesum málsøkjum hava Føroyar "fullveldi". Vit ráða sjálvi.

Tí er tað snøgt sagt ynkeligt at síggja fullveldispolitikarar úr fleiri flokkum peika eftir Danmark ella biðja donsku stjórnina um at loysa trupulleikarnar fyri seg.

Tað er eisini á markinum til tað barnsliga at hoyra ein sambandsløgmann siga, at "eindarstaturin er burtur", um Danmark ikki makkar rætt. Man setur Ríkisfelagsskapin upp á højkant.

Álvaratos, hvat hugsar man fyri sær?

Er strategiin veruliga so langt úti, at man leggur seg flatan fyri fullveldiskreftunum?

Er ongin strategi?

Ger man bara okkurt?

At danska stjórnin skal ávirka í ES-skipanini og leggja seg í selarnar fyri at stuðla føroysku sakini, sigur seg sjálvt.

Tað skuldi bara mangla!

Stjórnin hevur t.d. longu boðið sær til at fáa boykottið lagt fyri WTO, um Føroyar ynskja tað.

At renna undan ábyrgd dugur ikki.

Nú má politiska leiðslan í okkara landi blíva vaksin og stýra á teimum økjum, ið eru yvirtikin, og sum Føroyar sjálvar hava ábyrgdina av.

Nú má handlast.

Edmund Joensen