Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú skal Magn leskast

Perla: Nú hevur Runavíkar kommuna aftur ætlanir um at lata privatum eitt alment og kommunalt øki, sum hevur kostað milliónir at sprongt niður, og har studningur eisini var í til vegir og lendingar. Greinin stóð í Oyggjatíðindum 4. juni 2010.

Tað eru ikki nógv, sum ivast í, at Runavíkar kommuna hevur dripið allan framburð á havnaøkinum, tí loyvi hevur verið givið til privatar fyritøkur, at leggja virksemi í havnaøkinum, og í seinastuni hevur verið møguligt at keypt undirlendi, so kommunan fyri alla tíð hevur mist ræðisrættin, um hon ikki skal leggja ein stóran posa av pengum á borðið.

Oyggjatíðindi gjørdi í síni tíð nógv burturúr, at lendi til Betabygningin, fór á privatar hendur. Her skal sigast, at hetta var ikki ætlanin hjá kommununi, men var eitt kravboð frá tinglýsingini og frá Innlendismálaráðnum!?

Undan hesum var tann meginregla galdandi, at kommunur ikki máttu selja lendið á havnaøkinum, tí hetta var trygdin fyri framburði. Betabygningurin broytti uppá hetta, tó at sama krav als ikki verður sett øðrum. Aftaná Betabygningin bygdi Havnar Timburhandil á havnalagnum í Hósvík. Í hesum førinum bleiv undirlendi ikki keypt av privatu fyritøkuni, sum eftir vanligum meginregluni, betalir fyritøkan leigu fyri nýtslurættin av økinum.

Her kom ikki heldur somu kravboð frá Tinglýsing og Innlendismálaráðnum?!

Tað er onki at ivast í, at her flýtir alt í óvissuni.

Tað næsta vit finna útav á blaðnum, er, at Dekksølan í Runavík, sum hevur sogið seg fasta í kjallara í bygningi, ið røkkur oman á havnaøki, liggur ólógligt.

Oyggjatíðindi gjørdi vart við, at Runavíkar kommuna í øðrum førum hevði noktað privatum gesheftum at leggja seg á havnaøkinum. Kommunan hevði víst teimum privatu antin til Lambareið, ella út á ídnaðarøkið á Rituvíkarhálsi.

Táverandi borgarstjórin, Hans Jákup Lamhauge, segði tá alment, at Dekksølan skuldi burtur av økinum. Sett var enntá ein freist fyri burturbeiningina, men har hendi bara onki.

Borgarstjórin varð bara blástur um koll av lokalu børunum, og tað næsta, sum hendir er, at kommunan flytir havnaøki longur oman, so Dekksølan nú ikki kundi sigast at liggja ólógligt.

Í heila tikið var gamla kommunustýrið befongt av fleiri gølum, nógvar vóru avdúkaðar í Oyggjatíðindum - t.d. tá svágurin hjá borgarstjóranum, býararkitektur, seldi vindeygu til kommunala skúlan, og gjørdist millióningur í rúti.

Hetta varð lýst væl og virðiliga í blaðnum 19. desember 2008 undir yvirskriftini:

Jackpot í rúti.

Tað gekk so groft fyri seg, at avdúkingarnar førdu til, at mestsum alt býráðið valdi ikki at stilla upp við seinasta val, tó at onkur tók kjansin og dumpaði, meðan hendingur kom innum býráðsgáttina.

Men nú hendir tað so aftur. Privata oljufyritøkan, Magn, skal kroystast niður millum Høgaból og Betongvirkið.

Aftur her er talan um tað, sum fyrr kom undir havnaøkið, og tí eisini hevði krav uppá studning, og hevur eisini kostað milliónir at sprongt niður.

Í dag skal ein privat fyritøka keypa lendið, ella hvussu er tað nú?

Kann lendið keypast, skal tað keypast, ella er tað nú aftur gjørligt, at leiga?

Meeennnn, lendið liggur í somu linju, sum Dekksølan longri úti, og tí helst ikki kemur undir havnalagið. Vit spurdu borgarstjóran, Magnus Rasmussen.

Hann váttar, at kommunan arbeiðir við hesum málinum, og at ætlaniun er, at ein Magnstøð, skal liggja í økinum, men sum skilst var onki endaligt.

Økið hevur verið brúkt til skrott hjá privatari fyritøku, sum frá degi til dags kann vera burturvíst av økinum, men er til reiðar at flyta sítt virksemi útá Rituvíksháls.

Ein veruleiki er tað, at Runavíkar kommuna, nú hevur ætlanir um at leska oljufelagnum Magn, sum kundi ligið innanfyri ella niðanfyri Glyvrar Bio, men hetta stóra økið er lagt út til landbúnaðarøki.