Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú spælir Kaj við eld

ODDAGREIN 04.11.2011: Fakfeløgini fóru á fund í morgun, tí tey av góðum grundum óttast fyri, at hendan sokallaða borgarliga samgongan, fer at tvinga øll at gjalda til eina pensjónsuppsparing - ein kongstanki hjá Fólkaflokkinum, sum nú sýnist at hava fingið gehør í ávísum flokkum.

Tað er ikki kongstankin í sær sjálvum, sum ræðir mest, men tann veruleiki, at ætlanir eru at skatta øll inngjøld, og hetta finna fakfeløgini seg ikki í, tí tey flestu fakfeløgini hava kapitalpensjónir, sum trationelt skulu skattast við útgjaldi.

Men Føroya Arbeiðarafelag hevur eina lívstrygging fyri sínar limir, sum skal skattast við inngjaldi, tó at fakfelagið í fleiri ár, gjørdi avtalu við arbeiðsgevararnar um, at taka pensjónina av lønini áðrenn útgjald.

Hetta førdi til, at bæði fakfelag og arbeiðsgevarar brutu lógina. Í samband við hetta hava fleiri fyrispurningar verið settir í løgtinginum, og helst verður meira at frætta um tann partin seinni.

Nú vilja so flokkarnir sleppa at brandskatta pensjónirnar við inngjaldi. Hetta merkir, at tað tekur longri tíð at arbeiða upp eina pensjón til aldurdómin.

Tá upphæddin er lítil og rentan lág, sigur tað seg sjálvt, at hetta verður ein kamelur, sum fakfeløgini ikki fáa lætt við at svølgja.

Støðan kann eisini fara at vísa seg at gerast hættislig, tí seinast føroysku fakfeløgini gjørdu ein ordiligan vørr, var, tá ið borgarligi, Jógvan Sundstein, var løgmaður.

Tá fóru øll verkafólk út á gøturnar. Havnin kókaði, og tann støðan kann, sum ein lort koma aftur, nú sami karráði borgarligi politikkurin sýnist at koma undan svørinum.

Trupulleikin við hesum er eisini, at tey fakfeløgini, sum hava pensjónsskipanir, ið skulu skattast við útgjaldi ikki av órøttum hava ta fatan, at politiska skipanin eisini stjelur framtíðina frá eftirkomarunum, sum so kunnu sita og sutta uppá labban, tí politiska skipanin ikki evnaði at stýra landinum.

Soleiðis sum støðan er, spælir løgmaður við eld.

Dan Klein, blaðstjóri