Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú stendur á gomlum nøglum

P/F THOR hevur eitt skriv á Vágaportalinum í gjár viðvíkjandi kyrrahavsloyvunum, sum hava fingið uppisjóvarrættindi í føroyskum sjógvi. Í skrivinum sigur P/f THOR, at Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður, ikki hevur sett seg nóg væl inn í fiskivinnulóggávuna, og at undirritaði heldur ikki hevur sett seg inn í, hvat er upp og hvat er niður í hesum máli.

Tað stutta av tí langa er, at kyrrahavsskipini bert hava veiðiloyvi í altjóða sjógvi. Sambært lógini um vinnuligan fiskiskap, so eru tey ræðisavmarkaði og hava ikki atgongd til føroyskt øki, tá ið tað kemur til fiskiskap. Men líka mikið, hvussu ofta eg lesi greinina, so síggi eg onga staðni, at THOR vísir á, hvar í lógini tað stendur, at kyrrahavsloyvir og onnur fjarfiskiloyvir kunnu fáa rættindir í føroyskum sjógvi.

THOR heldur, at eftirsum øll onnur fáa makrelkvotu, so skal THOR eisini hava. Trupulleikin er bara, at lógin heimilar ikki, at skip sum bara hava veiðuloyvi uttan fyri føroyskt sjóøki fáa rættindi í føroyskum sjógvi.

THOR tykist halda, at eftirsum reiðaríið hevur útvegað Føroyum heili fimm prosent av uppisjóvarfiskinum í Kyrrahavinum, so skal THOR hava rættindi í føroyskum sjógvi. Eg havi alla virðing fyri, at THOR hevur vunnið sær (og harvið Føroyum) hesi rættindi. Trupulleikin er bara, at lógin heimilar ikki, at skip, sum bara hava veiðuloyvi í altjóða sjógvi, t.d. kyrrahavinum, fáa rættindi í føroyskum sjógvi. Lógin hevur heldur onga paragraff, sum heimilar landsstýrismanninum at geva reiðaríum rættindi afturfyri ”nýskapan”, sum THOR tekur til.

THOR tykist halda, at eftirsum THOR var ein av fáu – um ikki einasta reiðarafyritøka í Føroyum – sum alment bakkaðu upp um Jacob Vestergaard, landsstýrismann, tá hann setti hol á at hækka føroyska partin av føroysku makrelkvotuni, so skal THOR hava lut í makrelkvotuni. Trupulleikin er bara, at lógin heimilar ikki, at skip, sum bara hava veiðuloyvi í altjóða sjógvi, t.d. kyrrahavinum, fáa rættindi í føroyskum sjógvi. Lógin hevur heldur onga paragraff, sum heimilar landsstýrismanninum at geva reiðaríum rættindi fyri at bakka ein landsstýrismann upp.

Eg fyri mín part havi einki ímóti reiðarínum THOR, og einki av mínari skriving hevur bent tann vegin. Eg eri ongantíð í míni skriving komin inn á, hvat er rætt og rímiligt. Eg havi bara víst á, at eitt nú THOR hevur fingið rættindi í føroyskum sjógvi av órøttum, t.v.s. í stríð við lógina um vinnuligan fiskiskap: Lógin heimilar ikki, at skip, sum bara hava veiðuloyvi í altjóða sjógvi, fáa rættindi í føroyskum sjógvi. Men tað havi eg ongantíð kastað THOR fyri, men bara samgonguni og serliga landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.

THOR skrivar, at hækkingin av makrelkvotuni hevur ”havt stóran týdning, eftirsum botnfiskaflotin í sama tíðarskeiði hevur verið raktur av fiskaloysi og samsvarandi vánaligari úrtøku”. Skuldi man endiliga tosað um, hvat er rímiligt, so vildi tað verið upp á sítt pláss at givið heimaflotanum dastið av økingini, meðan botnfiskurin fekk frið! Munurin er, at hetta hevði havt heimild í lógini.

Tað, sum THOR førir fram sum rímiligt, hevur ikki heimild í lógini. Um so er, at fiskimálaráðharrin vildi nakað annað, enn tað, sum lógin heimilar, t.d. at geva THOR og øðrum við veiðiloyvum einans uttan fyri føroyskt øki, rættindir í føroyskum sjógvi, ja so kundi hann bara farið í tingið og fingið sær neyðugu heimildirnar.

Men tað er týðuligt, at landsstýrismaðurin vil ráða sjálvur! Tí hevur hann høgt av hæli og sneitt av tá í lógini fyri at býta, sum hann vil. Vónandi fær THOR sítt ynski uppfylt um, at fjølmiðlarnir fara at lýsa, hvat er hent síðani 2009. Ein fullfíggjað lýsing fer møguliga at geva THOR kreditt fyri teirra leiklut, sum THOR sjálvt lýsir hann. Men hon kann aldrin staðfesta, at lógin heimilar THOR rættindi í føroyskum sjógvi við kyrrahavsloyvum/-skipum.

Spurningurin er bara, um landsstýrismaðurin hevði verið so fegin um, fjølmiðlarnir fóru at grava í rúkandi toftunum!

Frank Davidsen