Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú stendur Nólsoy fyri tørni

- Tað vóru sera gleðilig boð, nú landsstýrismaðurin í samferðslumálum saman við Strandferðsluni hevur funnið eina loysn fyri farleiðina út í Hest. Hetta er í tøkum tíma, tí ferðasambandið millum Hest og Gomlurætt hevur als ikki verið nøktandi, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.

- Tórshavnar kommuna hevur fleiri ferðir heitt á landsins myndugleikar um at fáa hesi viðurskifti í rættlag, men nú bragdaði,  og tað fegnast vit vegna borgararnar í Hesti almikið um.

- Nú er eftir at loysa avbjóðingina við farleiðini til og úr Nólsoy. Tórshavnar kommuna hevur latið gjørt spurnarkanning millum nólsoyingar hvørt tørvur er á fleiri túrum og nær. Hesa kanning handaðu vit landsstýrsmanninum í gjár.

- Sambært kanningini er tørvurin størstur seinnapartar og í vikuskiftinum. Tað hevur alstóran týdning, at vit tryggja ferðasambandið millum oyggjarnar, tí hetta er ein neyðug fortreyt, skal tað vera lív lagað á bæði í Hesti og Nólsoy.

- Fundurin við landsstýrismannin var avbera góður og 

vit hava stórar vónir til, at landsstýrismaðurin eisini fer at loysa hesa avbjóðing vegna nólsoyingar, sigur Annika Olsen, borgarstjóri, at enda.

---

Spurnarkanningin vísir annars, at stórur tørvur er á sambandi leygar- og sunnumorgnar, eins og ein túrur manglar tíðliga seinnapart allar gerandisdagar. Eisini vantar ein túrur tíðliga á kvøldið allar dagar í viku, og ynskiligt er eisini við einum túri heilt seint leygarkvøld, ella einum náttartúri.