Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú var politiski botnurin náddur

Kanska ein tann størsta politiska gøla, har løgtingspallurin varð drigin niður í eitt politiskt runudíkið, meðan løgtingsformaðurin" sat og svav í tímanum" gjørdist veruleika, tá misálitið á landsstyrismannin í vinnumálum var viðgjørt.

Má viðurkenna, at eg gjørdist ikki sørt skakkur tá tann so siðiligi og sera skilagóði formaðurin í landsstyrismannanevndini, legðist eftir navngivnum persóni undir orðaskiftinum. Aftaná vísti tað seg, at landsstyrismaðurin sum orðaskifti snúi seg um hevði tutla Jóan Magnus Rasmussen nakað í oyra, júst sum hann skuldi upp á røðarapallin, sum formaður í landsstyrismannanevndini.

Sostatt gav landsstyrismaðurin í vinnumálum meðan orðaskifti fór fram J.M.R eina sokallaða politiska håndgranat í mussaskøði, beint áðrenn hann fór upp á røðarapallin. Sum formaður í landsstyrismannanevndini kundi hann gerast tann avgerðandi faktorurin, um sami landsstyrismaður fekk eitt misálit í móti sær ella ei. Aftaná at hann hevði tikið saman um, og hildið eina verjurøðu yvirfyri landsstyrismanninum i vinnumálum, so kundi hann ikki bara sær, men tveitti hondgranatina ið hann hevði fingið frá J.D. út til øll húski í landinum, og tað er púra óhoyrt.

Eitt er at landsstyrismaðurin í vinnumálum dregur J.M.R. niður í politiska runudíkið. Ikki minni tespiligt er tað, at tann persónur sum av røttum kendi seg misnýttan í hesum politiska sjónleikinum, samstundis sat á áhoyraraplássunum.

Men sum ikki einferð, so var størsta skommin løgmaður, ið aftaná trein uppá løgtingsins røðarapall. í Ístaðin fyri ein stjórnarleiðara ið siðiligur og við tign legði síni sjónarmið fram, soleiðis sum tað sømir seg einum stjórnarleiðara, so varð leiklutur løgmanns á løgtingspallinum alt annað en hugaligur.

Tí maka til ósømiliheit eins og niðrandi persónliga viðmerkingar, eru neyvan hoyrdar av løgtingsins røðarapalli fyrr. Har stóð hann á tingsins røðarapallið yvurfyri lóggevandi valdinum, eins og øllum føroya fólki rópandi sum ein óður tarvur, meðan hann sum ein annar óargaligur óvitið las upp úr "bestilta" handritinum frá J.D.

Eingin annar stjórnarleiðari kundi funnið uppá, at hongt ein persón alment út á røðarapallinum í einum parlamenti. Og ein er noyddur at ásanna, at sitandi løgmaður er sum hamskiftur, bæði í sinum kroppsmálið eins og í sínum politiska retorikki, síðan hann tók við sum løgmaður.

Meðan øll løgtings og landsstyrisumboð siðiliga bera fram teirra politisku sjónarmið av løgtingsins røðarapallið, so stendur okkara stjórnarleiðari og rópar og geylar síni sjónarmið niður í mikrofonina. Kemur tónalagið onkuntíð niður á eitt normalt støði, so er tað ístaðin fyri arrogansan sum ístaðin fyri kemur í hásætið.

Undir øllum umstøðum, so er tað ótilgeviligt eins og stór etandi skomm, at løgtingsumboð eins og løgmaður draga ein ósekan persón niður í teirra politiska runudíkið. So kann løgmaður honum líkt biðja um umbering tá skaðin er hendur, aftaná at hann einaferð enn hevur gjørt sær sjálvum fyri skommum, eins og tignin fyri løgmannsembætinum er lækka munandi.

Frank Davidsen