Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú verða húsakeyparar betri tryggjaðir

Løgtingið hevur í dag samtykt uppskotið til løgtingslóg um brúkaravernd í sambandi við at keypa og selja fastogn, sum John Johannessen, landsstýrismaður í innlendismálum, í august mánaða legði fyri Løgtingið.

“Hetta er eitt stórt framstig fyri brúkararættindini hjá føroyingum. At ogna sær tak yvir høvdið er ein tann stórsta avgerðin í lívinum, men higartil hevur brúkaratrygdin ikki verið samsvarandi hesum. Tí er tað eitt stórt stig, ið vit nú hava tikið, og tað fegnist eg um”, sigur John Johannessen, landsstýrismaður.

Í lógini eru ásettar greiðar reglur, sum skulu tryggja og verja brúkaran betri í sambandi við handil við fastogn, sum er ætlað til bústað. Nú verður møguligt at krevja støðufrágreiðing um ognina. Ein støðufrágreiðing er ein frágreiðing, sum ein byggikønur persónur ger, og sum inniheldur neyvar upplýsingar um fysisku støðuna á einum bygningi. Tað verður ikki tvungið at hava støðufrágreiðing.

Eisini fer tað at vera møguligt hjá keypara at tekna eina ognarskiftistrygging, sum er ein trygging móti fjaldum ábrekum, og sum tryggjar at peningur er tøkur, um tað seinni gerst greitt, at ognin hevur eitt ábrek, sum tann byggikøni í gjøgnumgongd síni av ognini ikki hevur lagt til merkis, og sum tí ikki er nevnt í støðufrágreiðingini.

Eisini seljarin kann fyri sín part tekna eina ábyrgdartrygging, sum fevnir um váða seljarans fyri at verða ábyrgjaður fyri ábrek við seldu ognini. Og tá umræður húsahandil er als ikki óvanligt, at vanligi brúkarin viðhvørt er seljari og viðhvørt er keypari: tú selir títt gamla hús og keypir eitt nýtt.

Tryggingin skal vera galdandi minst 5 ár eftir yvirtøkudagin, við møguleika fyri leingjan til í minsta lagi 10 ár. Eisini fær keypari rætt at iðra fastognarkeypið innan 6 yrkadagar í ávísum, nærri ásettum, førum.

Við hesi lógini verða greiðir fyrimunir fyri bæði keypara, seljara, meklara o.o., tá støðufrágreiðingar og ognarskiftistryggingar verða nýttar, umframt at keyparin fær ein irðunnarrætt.

Lógin kemur í gildi 1. januar 2012.