Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú verður brúgvin um Sandá gjørd

- Býráðið hevur nú einmælt samtykt at avgreiða málið um brúgv um Sandá. Fundir verða nú við tilboðsveitarar og vónandi verður málið heilt skjótt avgreitt, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Málið um brúgv um Sandá kom fyrstu ferð fyri í býráðnum á heysti í 2006. Í 2009 varð ein miljón sett av til fyrireikingararbeiði og framhaldandi prosjektering. Árið eftir varð avgjørt, at vegastrekkini báðu megin við brúnna skuldu takast við í prosjekteringina. Í 2011 verður avgjørt at bjóða arbeiðið út í innbodnari heildararbeiðstøku millum føroysk virki.

 - Men gjøgnumgongd av tilboðunum seinni vísti, at munandi frávik vóru í tilboðunum í mun til minstukrøvini í byggiskránni, og at talan er í summum førum var um frávik, sum høvdu havt fíggjarligar avleiðingar fyri byggiharran. Tí stóðst ivi um samanberingargrundarlagið, til tess at tryggja eina rætta døming av tilboðunum. Lisitatiónin varð tí annulerað og arbeiðið varð boðið út av nýggjum til somu tilboðsgevarar. Men upprunaligu tilboðsgevararnar valdu ikki at lata tilboð inn.

- Mælt varð tí til, at ein politisk avgerð varð tikin um yvirskipaðu viðurskiftini um útboðshátt og hvat slag av loysn skuldi bjóðast út. Tekniska nevnd samtykti herfyri at mæla býráðnum til at halda fast við at eina loysn við brúgv, og at bjóða arbeiðið út í nýggjari heildararbeiðstøku millum somu tilboðsgevarar, við teimum broytingum av byggiskránni, sum samtyktar vórðu í býráðnum.

- Men somuleiðis verður mælt til, at bygginevndin og umsitingin hava ein fund við tilboðsgevararnar at fáa greiði á møguligum ivamálum í útbjóðingartilfarinum. Hetta varð einmælt samtykt í býráðnum í farnu viku, og nú verður málið vónandi rættiliga skjótt avgreitt, so farast kann undir bygging av brúnni og vegagerðini báðumegin brúnna, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.