Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú verður nýggjur musikkskúli bygdur

Helena Dam á Neystabø: Tórshavnar musikkskúli verður ikki vallyfti eina ferð afturat – tí áðrenn næsta býráðsval er hann liðugt bygdur. Tað liggur fast, at farið verður undir at byggja nýggjan musikkskúla í Havn nú. Og sum forkvinna í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs fari eg at fylgja hesum máli, líka til skúlin stendur liðugur.

Teir seinastu nógvu valdystirnar til býráðið í Havn, hava politikarar aftur og aftur lovað ein nýggjan musikkskúla, og tað lyfti hava teir ikki megnað at halda.

Fullfíggjað verkætlan fyriliggur nú, eins og fíggingin er fingin upp á pláss. Ein spennandi bygningur er teknaður, og um skamma stund verður spakin settur í jørðina.

Tað ganga millum 600 og 800 ungdómar um árið í musikkskúla í Havn, og eini 1000 børn og ung standa á bíðilista. Tí er ilt at skilja at Musikkskúlanevndin nú, ið vit eru komin so nær málinum, tekur so dýran til, sum teir gera í opnum brævi til Býráðið í dag. Tað tænir ikki endamálinum, at musikkskúlanevndin ákærir ónevndar býráðspolitikarar fyri at misbrúka musikkskúlamálið.

Men tað er kanska bara politikkur.

Ein nýggjur musikkskúli er eitt týdningarmikið mál fyri Javnaðarflokkin, og vit fara saman við góðum kreftum úr øðrum flokkum í býráðnum at tryggja, at tað hesa ferð eydnast at fáa ein nýggjan musikkskúla bygdan.

Lat meg tí sláa fast, at ein nýggjur musikkskúli í Havn verður ikki vallyfti til næsta býráðsval. Tá verður hann liðugur.

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs.