Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýgg løg frá bólkinum Vágaverk á F’LJÓÐ stovukonsert mikukvøldið

MIKUKVØLDIÐ 21. MAI Kl. 20.00 presenterar F’LJÓÐ 14’du stovukonsertina: Hesaferð fara VÁGAVERK at framföra nýggj - og gomul kend - løg!

Tey, sum koma til FLJÓÐ stovukonsert mikukvøldið 21. mai, fáa nú høvi til at fáa ein forsmakk uppá eitt heilt nýtt og sera spennandi verk hjá Vágaverki!

Hvør kennir ikki sangir sum “Eftir 1001 nátt”, “Blunda blunda”, “Medistari í karri”, “Vágagellan” og “Á trappuni hjá Lenu” og aðrar sangir hjá legendarisku duo’ini Vágaverk. Tað eru teir báðir vágamenninir Jóan Jakku Guttesen (eisini kendur úr bólkinum Tinganest) og Sámal Ravnsfjall, sum mynda bólkin.

Vágaverk hevur givið eina fløgu út við heitinum "Váðaverk” (við ð), har hesir sangir og fleiri aðrir serstakliga væl umtóktir sangir í serstaka Vága-soundinum eru við. Fløgan er eitt satt meistaraverk, halda mong.

Nú kemur ein nýggj fløga hjá Vágaverki út um stutta tíð.

- Vit, sum standa fyri F'LJÓÐ, eru sera glað og errin av, at Sámal og Jóan Jakku hava valt at koma og presentera løg av hesi nýggju komandi útgávuni - og sjálvandi eisini aðrar vælkendar Vágaverk schlagarar - á F'LJÓÐ stovukonsertini, sum verður tann 21. mai 2104, kl. 20.00, í Stoffalág 18.

OBS! OBS! OBS!

Einans 40 pláss eru, so tað ræður um at skunda sær at bíleggja pláss. Ynskir ein at tryggja sær sess er neyðugt at skriva til boðklivan hjá Elini Brimheim Heinesen á Facebook ella við t-posti: elin@heinesen.fo ella editor@music.fo

…………………….

STOVUKONSERTNØVN Á F'LJÓÐ

Higartil hava hesi spælt F'LJÓÐ stovukonsertir:

Lív Næs og Tróndur Enni

GuðrunSólja

Jens Marni

roWan (Róin Siggertson)

MonkeyRat

Guðrið Hansdóttir

Hans Marius Ziska og Allan Tausen

Eivør

Greta Svabo Bech

Lena Anderssen og Niclas Johannesen

Maria Guttesen

Benjamin Petersen

- og komandi mikukvøld verður tað so:

Vágaverk (Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttensen).

Vilt tú fylgja við í, hvør er á skránni á FLJÓÐ stovukonsertum, far so inn á http://www.facebook.com/fljod