Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggi loðsbáturin verður navngivin

Nýggi sleipi- og loðsbáturin hjá Faroe Agency “Maria” kom til landið í gjáramorgun. Í sambandi við, at báturin verður tikin í nýtslu, verður almenn móttøka á Bursatanga mikudagin 12. februar frá klokkan 16-18:

Á móttøkuni verður høvi at síggja nýggja bátin, Árni Dam, nevndarlimur og fyrrverandi stjóri í Faroe Agency navngevur bátin, eins og Heðin Mortensen, borgarstjóri flytir fram røðu.

Manningin, ið hevur siglt bátin úr Belgia til Føroyar, verður eisini har, og høvi verður at spyrja teir, um hvussu báturin hevur roynst á ferðini.

Okkurt lætt verður at eta og drekka.

Øll eru vælkomin.