Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Eitt nýtt lið av ambassadørum er nú tilreiðar at fara út kring landið, at eggja kvinnum at lata seg koppseta ímóti lívmóðurhálskrabba.

Nýggir ambassadørar fyri UNDURLÍV

Talan eru um sjey ungar kvinnur, sum eru vorðnar ambassadørar fyri kunningarátakið UNDURLÍV. Ambassadørarnir hava fingið undirvísing frá Krabbameinsfelagnum, og fara nú at bera sína vitan víðari til gentur og kvinnur.

HPV-ambassadørarnir fara at vera sjónligar har, sum onnur ung eru, eitt nú í netmiðlum, fjølmiðlum, í skúlum og til ymisk tiltøk kring landið. Boðskapurin er, at tað í stóran mun ber til at verja seg ímóti krabba í lívmóðurhálsinum, við at lata seg koppseta ímóti HPV-virus og við at fara til regluligar kanningar.

UNDURLÍV

Fyri tveimum árum síðani fór Krabbameinsfelagið undir kunningarátakið UNDURLÍV. Fremsta endamálið var, og er framvegis, at seta fokus á týdningin av, at kvinnur lata seg koppseta ímóti HPV-virus og ganga regluliga til undirlívskanningar, sum kunnu avdúka tekin um krabba. Ambassadørarnir, sum nú taka við, eru sostatt næsta liðið av ungum kvinnum, sum fara út at boða boðskapin. Royndirnar eru, at væl verður tikið ímóti teimum, og at tørvur er á hesum kunnandi átakinum.

Tað er vanlig fatan, at lívmóðurhálskrabbi bert rakar eldri kvinnur. Men tíverri fáa eisini heilt ungar kvinnur hesa sera vandamiklu sjúku. Helvtin teirra, sum fáa lívmóðurhálskrabba, eru kvinnur yngri enn 45 ár. Hetta er ofta mammur við børnum. Tørvandi vitan um møguleikar at fyribyrgja og soleiðis verja seg móti sjúkuni, er ein høvuðsorsøk til at kvinnur fáa lívmóðurhálskrabba.

Gentur, sum eru 13-14 ára gamlar, hava møguleika at lata seg koppseta ókeypis. Men, umráðandi er eisini at fáa gentur og kvinnur sum eru eldri, og sostatt mugu gjalda sjálvar, at velja at keypa sær hesa trygging. Ringasta sjúkan er hon, tú kundi verið sloppin undan.

Ambassadørarnir, sum nú taka við, eru Rannvá Jónsdóttir Johannesen, Angjo Eidesgaard, Sára Eysturoy, Ása Winther Poulsen, Anja Johnsdóttir Thomsen, Gunn Vang Poulsen og Jóna Baldvinsdóttir.

Krabbameinsfelagið