Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggir tónar frá Tjóveldinum

Tað er gleðiligt at Tjóveldi nú lovar skattalætta í Tórshavnar kommuni,. Bæði Marin Katrina Frýdal og Jógvan Arge eru frammi við hesum í bløðunum.

Tey at hava sitið í samgongu saman við Javnaðarflokkinum í 8 ár, og hava tey hesi árini hækkað skattin í komununi við 2%. Nú lova tey nú at lækka skattin aftur við 1%.

Tann besti skattalættin vildi veri at hækka botnfrádráttin, so allar lág- og miðalinntøkur fingu mest burturúr. At hækka botnfrádráttin merkir, at skattalættin er krónumerktur. Tað vil siga, at um ein fær 100.000,-kr um ári í løn, ella eina 1 mió.kr. ,fær viðkomandi sama krónutal í skattalætta.

Eingi yvi skal verða, at um Tjóveldi heldur orð, fer skatturin niður við ein 1% komandi ár, tí vit í Fólkaflokkinum hava roynt í fleiri ár at lækka skattin, og vilja vit sjálvsagt taka undir við einum skattalætta.

Góða Marin Katrina og Jógvan, tað gleðir okkum í fólkaflokkinum, at tit nú vilja syngja fólkaflokstónar, tí saman hava vit meiriluta og møguleikan til at lætta um hjá borgarunum.

Sjúrður Olsen

Býráðslimur