Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

NÝGGJ DK-STJÓRN: STJÓRNARSKIPAN MÁ VIRÐA RÍKISFELAGSSKAPIN

Sambandsflokkurin á Christiansborg: Tað er gleðiligt, at nýggja stjórnin í Danmark rekur sama politikk sum undanfarna stjórn, tá tað snýr seg um spurningin um føroyska stjórnarskipan. Um stjórnarskipanarmálið kemur upp aftur, so má tað virða Grundlógina og Heimastýrislógina

Eftir at nýggja stjórnin í Danmark hevur almannakunngjørt sítt samgonguskjal, og forsætisráðharrin í dag hevur hildið sína fyrstu setanarrøðu fyri nývalda Fólkatinginum, er niðurstøðan rættiliga greið.

Nýggja S-SF-R-stjórnin rekur sama politikk sum undanfarna stjórn undir leiðslu av Lars Løkke Rasmussen, tá tað snýr seg um føroyska stjórnarskipanaruppskotið.

Tað er politiska metingin hjá Edmundi Joensen, ið umboðar Sambandsflokkin í Fólkatinginum.

- Tað stutta av tí langa er, at bæði tann nýggja og tann undanfarna stjórnin siga neyvt tað sama: so leingi Føroyar eru í Ríkisfelagsskapinum, má eitt føroyskt stjórnarskipanaruppskot virða Grundlógina og Heimastýrislógina, sigur Edmund Joensen.

Hann vísir á, at siðvenjan í Fólkatinginum er, at konsensus – breið semja – er um Føroyapolitikkin. -

Føroyapolitikkurin er hvørki knýttur at einum reyðum ella bláum blokki. Tað er eisini galdandi í nýggja Fólkatinginum, og tað er óhugsandi, at siðvenjan verður brotin, sigur Edmund Joensen.

- Higartil hevur arbeiðið við stjórnarskipanini verið ein roynd at lirka loysingina inn gjøgnum bakdyrnar. Nýggja útmeldingin frá stjórnini er, at tað verður ikki góðtikið, og tað er at fegnast um, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin.

Meira:

Brotið um Ríkisfelagsskapin í røðuni hjá Helle Thorning Smith, forsætisráðharra:

ET LIGEVÆRDIGT OG STÆRKT RIGSFÆLLESSKAB

Regeringen ønsker et dynamisk og stærkt rigsfællesskab med vægt på øget ligeværd, samarbejde og dialog og med respekt for forskellighed. Regeringen vil udvikle rigsfællesskabet og ønsker et tæt samarbejde med Færøerne og Grønland både på de områder,

som Danmark varetager for hele rigsfællesskabet, og på overtagne områder med udgangspunkt i færøske og grønlandske ønsker herom.

Regeringen anerkender princippet om folkenes ret til selvbestemmelse, således som det bl.a. kommer til udtryk i lov om Grønlands Selvstyre. Regeringen vil forholde sig konstruktivt til ønsker om at udvikle forholdet inden for rigsfællesskabets rammer, såvel som til ønsker om selvstændighed i kombination med et forsat samarbejde mellem vore lande.

Regeringen respekterer grønlandske og færøske ønsker om at nedfælde en egen forfatning, men lægger vægt på, at der herved bl.a. ikke skabes uklarhed om Færøernes og Grønlands forfatningsmæssige stilling i riget.

Regeringen vil gennemføre en regionalisering af de grønlandske retskredse svarende til de nuværende grønlandske kommunegrænser, således at reformen af det grønlandske retsvæsen i overensstemmelse med selvstyrets ønsker bliver fuldt gennemført.