Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj grein um tolsemi og ideologiska bólkaatferð

”Neutralizing Prejudices” er heitið á grein hjá Rúna Johannesen, ið júst er útgivin í Grounded Theory Review. Fyrsta umfar av granskinigini byrjaði í samband við hansara masturlæru útbúgving á Fróðskaparsetrinum, innan sosialvísindi og planlegging. Síðani hevur hann tikið leistin uppaftur, savnað meira dáta og uppbygt ástøðina. Ástøðin snýr seg um ta tolerantu ideologiina og handfaringina av mótbólkinum, nevndur ”fólk við fordómum”. Greinin er sostatt um bólkaatferð, bólkasálarfrøði og bólkastríð.

Grounded theory háttalagið verður nýtt til at granska og konseptualisera bólkaatferð í einum útvaldum øki. Í grounded theory háttalagnum er endamálið at finna útav, hvørjum limirnir í einum bólki stúra mest fyri (”main concern”), og síðani, hvussu bólkurin fyri tað mesta/vanliga loysir hesa avbjóðing (”core variable”). Høvuðsavbjóðingin hjá tolerantu atferðini er lýst sum ”at skapa eitt fordómsfrítt kollektivt umhvørvi”, har eingin kennir seg dømdan av fordómsfullum hugburðum. Tað serstaka við tí fordómsfría kollektiva umhvørvinum er, at tað eru ikki bert minnilutabólkar, sum ikki skulu kenna seg dømdar, men eisini einstaklingurin í tí tolerantu rørsluni. Endamálið er tí at skapa eitt kollektivt umhvørvi, har bæði minnilutar og tann tolsami einstaklingurin kunnu kenna seg trygg og sleppa frá at stúra fyri at kenna seg dømd. Í hesum sambandi gera fordómar seg inn á tað kollektiva umhvørvið og órógva tann tolsama andan.   

Tann afturvendandi hátturin, sum bólkurin brúkti at loysa hesa avbjóðing, var at ”nevtralisera fordómar”. At nevtralisera merkir í hesum føri at berja niður og upploysa fordómar. Ítøkiliga merkir nevtralisera her at upploysa og útjavna munir millum meirilutan og minnilutar. At upploysa og útjavna munir millum meirilutan og minnilutar er sostatt eitt mótsvar mótvegis fordómum, sum verða fataðir at skilja minnilutar frá meirilutanum gjøgnum mismun. Í hesum samanhangi fer greinin í dýpdina við hugtakinum nevtralisering, og ger eina konseptuella rammu rundanum, hvussu nevtralisering av fordómum í roynd og veru fer fram. Harafturat verður grundgivið fyri, hvussu nevtralisering kann skoðast sum ein breið og integrerað atferð.

Greinin kann frítt lesast her

Øll útgávan eisini lesast í pdf-sniði her