Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj HB fløga

Í samband við dystin ímillum HB og ÍF í dag, gevur U12 dreingjaliðið hjá HB eina fløgu út, við trimum spildurnýggjum HB sangum.

Umframt tittullagið “Gev mær H”, sum U12 dreingirnir sjálvir syngja, eru tað sangurin "Gundadalur", ið Eyð Berghamar Jacobsen og Bjarki Hansen syngja og sangurin "Okkara HB", ið Feðgar spæla og syngja.

Ingi Rasmussen, ið eigur orð og lag til “Gev mær H” og “Gundalur”, ímeðan Petur Mohr Reinert eigur orð og lag til “Okkara HB”.

Fløgan verður at fáa í kioskini á HB-húsinum fyri 50,- kr. í samband við dystin móti í ÍF.