Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj heimasíða fyri føroysku ferðavinnuna

Nýggj heimasíða fyri føroysku ferðavinnuna á visitfaroeislands.com

Tað hevur longi verið saknur í einum stað, har Ferðaráðið kann samskifta við tey, sum arbeiða í ferðavinnuni í Føroyum.

Nú er nýggj inngongd gjørd á heimasíðuni visitfaroeislands.com, sum vendir sær til vinnuna. Endamálið við síðuni er at skapa eitt forum, har viðurskifti, sum viðkoma vinnuni, verða samlað. Á hendan hátt ber til hjá vinnuni at kunna seg um virksemið hjá Ferðaráðnum. Harumframt inniheldur síðan tilfar, sum er framleitt til vinnuna, t.d. marknarføringsætlan,skeltisverkætlan, ymiskar vegleiðingar o.a.

Ein týðandi partur av marknaðarføringini av Føroyum sum ferðafólkaland er at fáa útlendsk tíðindafólk til Føroyar at skriva ferðafrágreiðingar. Yvirlit yvir úrslitini av hesum arbeiði er eisini samlað á síðuni.

Nýggja síðan sæst her: www.visitfaroeislands.com/vinna