Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj hummarakunngerð

Nú nýtt fiskiár byrjar, er komin í gildi nýggj kunngerð um veiði eftir hummara á føroyskum sundum og firðum.

Í kunngerðini eru reglur um fiskiloyvi til hummara, hummaraleiðir og kvotur, umframt tekniskar reglur um reiðskap, minstamát á hummara o.tíl. Sum heild er talan um reglur, sum frammanundan hava verið í gomlu kunngerðini, og reglur, sum seinastu árini hava verið ásettar sum treytir í sjálvum hummaraloyvinum.

Nýggja kunngerðin hevur tí ikki við sær broytingar fyri tey, sum fiska hummara. Bátarnir kunnu royna eftir hummara undir somu treytum sum higartil.

Kunngerðin skipar fiskiskapin í átta hummaraleiðir. Hummaraloyvi verður latið til at royna á einum av teimum átta hummaraøkjunum.

Kunngerðin ásetir kvotu fyri hvørt hummaraøki. Á hummaraøkinum Tangafjørður, Kollafjørður, Skálafjørður, Kaldbaksfjørður og Sunnan fyri Streymin er fiskiskapurin skipaður við felagskvotu við hámarki. Á øllum hinum hummaraøkjunum verða rættindi at fiska hummara latin hvørjum báti sum egin kvota.

Nýggja hummarakunngerðin er tøk á http://www.kunngerdaportalur.fo/default.aspx.

Fakta:

Hummarin við Føroyar er ein serføroyskur stovnur. Hann er vanliga á dýpum størri enn 40 m á mórubotni, sum er egnaður til at grava holur í. Við Føroyar er slíkur botnur so at siga bert norðanfjørðs. Úti á landgrunninum eru í støðum fá og smá eygu við hummara, t.d. á Skeivabanka.

Fiskiskapurin eftir hummara við Føroyar tók seg upp eftir seinna heimsbardaga. Tey fyrstu árini royndu deksbátar við troli, men síðani 1980 hevur bert verið loyvt at fiska hummara við rúsum. Árliga veiðan við rúsum hevur verið millum 30 og 105 tons tilsamans.