Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj lóg tryggjar føroyskan avgerðarrætt í alivinnuni

- Løgtingið hevur gjørt tað rætta og samtykt eina nýggja alilóg, ið er ætlað at tryggja, at avgerðir um aling í Føroyum verða tiknar her í landinum, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

Nýggir karmar eru nú lagdir um alivinnuna.

Uppskotið til nýggja alilóg er í dag samtykt við 3. viðgerð í Løgtinginum so, sum tað varð samtykt við 2. viðgerð herfyri.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum tekur undir við broytingunum, ið vórðu framdar undir viðgerðini í Tinginum.

- Alivinnan hevur stóran týdning fyri føroyskan búskap, og tí er náttúrligt, at vit frá politiskari síðu royna at tryggja, at føroyingar taka avgerðir í hesi vinnu, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

Alivinnan stendur fyri uml. einum fjórðingi av útflutningi Føroya. Virksemið, ið er knýtt at alingini - víðarivirking, marknaðarføring, søla o.s.fr. - og tann virðisøking, sum stendst av tí, má í mestan mun verða verandi í landinum, og koma øllum føroyska samfelagnum til góðar.

Fyri at røkka hesum endamálinum, er tað av størsta týdningi, at avgerðarrætturin viðvíkjandi føroyskum alifyritøkum ikki verður savnaður hjá einari stórari útlendskari fyritøku.

Her eru høvuðstættirnir í nýggju alilógini:

1. Alifelag og móðurfelag tess skulu hava serligt tilknýti til Føroya (vera heimahoyrandi), t.e.:

2. Felagið skal skrásetast hjá Skráseting Føroya, ella fráboðast Skráseting Føroya undir stovnan

3. Felagið skal hava høvuðssæti í Føroyum

4. Meirilutin av limunum í nevndini skal vera skrásettur í fólkayvirlitinum í Føroyum, skal vera fult skattskyldugur í Føroyum og skal hava verið skrásettur í fólkayvirlitinum í Føroyum í tilsamans 5 ár

5. Stjóri/stjórar felagsins skulu vera skrásettir í fólkayvirlitinum í Føroyum og vera fult skattskyldugur/ir í Føroyum

6. Eingin juridiskur persónur, sum ikki er

- skrásettur í fólkayvirlitinum í Føroyum,

- fult skattskyldugur í Føroyum og

- hevur verið skrásettur í fólkayvirlitinum í Føroyum í tilsamans 5 ár má hava ræði á meira enn 20% av felagskapitalinum í alifelagnum ella móðurfelag tess

7. Eingin fysiskur persónur, sum ikki lýkur nr. 1-4 omanfyri, má hava ræði á meira enn 20% av felagskapitalinum í alifelagnum ella móðurfelag tess.