Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndini frá uttast til vinstru: Marni Olsen, Hilmar Eliasen, Johan Dahl, Heðin Mortensen

Nýggj Nólsoyarferja

Á kunnandi fundi í Tinganesi í dag, varð nýggja Nólsoyarferjan løgd fram. Tað er navnframa skipsverkfrøðingafyritøkan, Knud E. Hansen A/S, sum hevur teknað nýggja skipið og Marni Olsen, skipsarkitektur, legði tekningar o.a. fram. 

Nýggja Nólsoyarferjan verður góðar 37 metrar til longdar og 11,6 m. breið. Ferjan kemur at taka 10-12 persónbilar ella 2 lastbilar og 3-5 persónbilar. Um summarið kann ferjan sigla við 170 ferðafólkum og um veturin 90 ferðafólkum. 90 sitipláss eru umborð og hædd verður tikin fyri, at rørslutarnað hava góða atgongd til ferðafólkasalong v.m.

Ferjan verður útgjørd við nútímans hentleikum, m.a. diesel-eletriskum hybridmotori, sum er orkusparandi og gevur lægri útlát. Hetta kemur at geva ein skynsaman rakstur og rakstrarkostnaðurin á Nólsoyarleiðini verður væl lægri við nýggja skipinum.

Tænastuferðin verður 10,5 mín og verður ferðatíðin til Nólsoyar áleið tann sama sum við Ternuni.

Skipið verður bjóða út til bygging um mánaðarskiftið á Evropeiska marknaðinum og verður freistin at lata inn tilboð uml. 8 vikur.

Á myndini frá uttast til vinstru: Marni Olsen, Hilmar Eliasen, Johan Dahl, Heðin Mortensen