Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj ráðstevna á netinum

Netráðstevnan Vitan til varandi aling 2021 verður 5. mars. Endamálið er at viðgera og leggja fram nýggjastu vitan, sum hevur týdning fyri alivinnuna. Tað er P/F Fiskaaling, sum skipar fyri ráðstevnuni.

Vitan til varandi aling verður skipað sum ein netráðstevna, har øll áhugað kunnu luttaka.

Ráðstevnan miðar eftir at savna granskarar og fakfólk úr vinnuni, frá almenna myndugleikanum og frá granskingarumhvørvinum sum heild. Dentur verður lagdur á evnini: Burðardygg nýtsla av firðum, Lús og um Fiskavælferð.

Flestu fyrilestrarnir verða á føroyskum, meðan nakrir fáir verða á enskum, norskum og donskum.

Skráin er skipað við trimum blokkum á uml. 1½ tíma:

Kl. 09.00 - 10.15 BURÐARDYGG NÝTSLA AV FIRÐUM

Flokkingarskipan til botndjórakanningar, Heidi S. Mortensen, Fiskaaling
eDNA nyttuvirði fyri alivinnuna Ian Salter, Havstovan
Skaðiligar algur, Ása Jacobsen, Fiskaaling
Hvor langt driver kjemikalieutslipp fra et oppdrettsanlegg? Pål N. Sævik, Havforskningsinstituttet
Modellering – nýtsla í alivinnuni? Sissal V. Erenbjerg, Fiskaaling/Københavns Universitet
Kl. 11.00 - 12.15 LÚS

Hvar og á hvørjum dýpi finna vit laksa- og seiðalús, Gunnvør á Norði, Fiskaaling
Lakselus adferd og effekter på smitte, Sussie Dalvin, Havforskningsinstituttet
Smittutrýst og forsagnir, Tróndur J. Kragesteen, Fiskaaling
Lúsateljingar og lívfrøðilig lyklatøl, Rúni Dam, sp/f Avrik
Trivnaður hjá føroyskum sjósílum við atliti til lús, Kirstin Eliasen, Fiskaaling
Kl. 13.30 - 15.00 - FISKAVÆLFERÐ

Biomarkers: What? and Why? Amanda Vang, Fiskaaling
Biomarkørar frá táknusvabum – ikki-deyðiligt amboð til forsøgnir, Kim S.G. Bergkvist, Fiskaaling
Bakkafrost um fiskavælferð, Jonhard Eysturskarð, Bakkafrost
Fiskaheilsubarometrið, Debes H. Christiansen, Heilsufrøðiliga Starvstovan
Hiddenfjord um fiskavælferð, Esbern Patursson, Hiddenfjord
Rognkelsi - vælferð og føðsla, Jessica Di Toro, University of Stirling/Fiskaaling

Trýst her fyri at síggja alla skránna.

Meðan ráðstevnan fer fram, kunnu luttakarar senda inn spurningar til framløgurnar. Fyrilestrarhaldararnir svara í beinleiðis sending við endanum á hvørjum blokki í skránni.

Tilmelding er ókeypis, og skal gerast við at senda teldupost til ernst@fiskaaling.fo áðrenn 4 mars.