Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj útgáva frá Fróðskapi: Fróðskaparrit 61 komið

Fróðskaparrit nr. 61 í røðini hevur tíggju vísindaligar greinir og eitt yvirlit yvir nýggjar ph.d.arar í 2011-2013. Ritstjórar eru Dorete Bloch og Elin Súsanna Jacobsen. 

Í nýggja ritinum eru átta greinir innan hugvísindi

Rolf Guttesen geografur hevur skrivað tvær greinir.  

Tann fyrra er um fiskatíggjund. Høvundurin greiðir frá teim vaksandi trupulleikum, sum koma fyri í uppkrevjing av fiskatíggjund, so sum hetta verður lýst í ymsum skjølum. Haraftrat verður tann áralanga viðgerðin í løgtinginum tikin við. Seinna greinin er um sendingsgóðs í tíðarskeiðinum 1805 til 1855, sum verður sent Danmarkar

Erling Isholm søgufrøðingur hevur skrivað grein um eplavelting í Føroyum í 19. øld. Greitt verður frá søguni um eplini, sum Pløyen keypti í 1839, og víst verður á, hvussu tað við hesum eplakeypi eydnaðist almennum myndugleikum at forða fyri, at stígur kom í framburðin, sum hevði verið undanfarnu 20 árini. 

Eivind Weyhe málfrøðingur hevur tríggjar greinir. Fyrsta greinin er um trý staðarnøvn á Sandi: Akrinatjørn, Mølbursvatn og Mølheyggjarnir. Onnur greinin er um Ániasartátt í eini uppskrift á suðuroyarmáli. Tátturin er prentaður stavrættur aftast í greinini. Málformurin verður lýstur og kjakast verður m.a. um, hvat brigdi av suðuroyarmáli uppskriftin umboðar. Triðja greinin er um variatiónina av sjálvljóðunum i og u í føroyskum endingum, serliga í bendingarendingum, sum úrslit av broytingum ið eru farnar fram frá norrønum til nútíðarføroyskt. Roynt verður at lýsa orsøkirnar til broytingarnar, og mett verður at tær í mestan mun eru úrslit av lyndi til at gera ta grammatisku skipanina meira einfalda og gjøgnumskygda. Eisini verður gjøtlað um nær broytingarnar eru hendar, og hvar í landinum tær hava tikið seg upp.** Jógvan í Lon Jacobsen og Hjalmar P. Petersen málfrøðingar hava skrivað grein um, í hvønn mun fyrisetingin fyri møguliga kann stýra hvønnfalli, har hon fyrr stýrdi hvørjumfalli, ella um fólk kunnu hava variatión í báðum føllum. 

Hjalmar P. Petersen og Renata Szczepaniak hava skrivað grein við heitinum ”Frá hvørsfalli til klípi” um broytingar í málnýtsluni. Hugt verður nærri at tí óvirkna hvørsfallinum, og tað verður víst, at hetta fallið er keldan aftan fyri tey klípini, sum nú eru í samansetingum.

Tvær greinir eru innan náttúruvísindi. Leivur Janus Hansen og Bergur Olsen hava skrivað grein um føroysk heiti á fuglakroppi og fjaðurbúna. Ofta tróta heiti, tá ið ein skal greiða frá fuglakroppinum, sum beinleiðis kunnu samanberast við útlendsk heiti. Hetta er mest galdandi í samband við fjaðurbúnan, veingir, høvd og bein. Í greinini verða nøvn sett á teir partar, ið frammanundan ikki hava nøvn, og skotið verður upp, hvat navn skal nýtast, tá ein partur hevur fleiri nøvn.

Hina greinina hava Jens-Kjeld Jensen, Jógvan Fróði Hansen og Ámundur Nolsø skrivað. Hon er um landsniglar. Síðan kanning, sum Solhøy framdi 1977-79 er eingin skipað kanning gjørd innan útbreiðslu av landsniglum. Nógvur innflutningur av byggitilfari og urtagarðs tilhoyri hevur skapað karmar fyri innførslu av nýggjum sniglasløgum til oyggjarnar. Hendan greinin er grundað á innsavnað tilfar og eygleiðingar seinnu mongu árini frá heimildarfólki kring landið, sum hava vent sær til Jens-Kjeld Jensen. Úrslitið higartil er ein staðfesting av sjey sniglasløgum, afturat teimum 20 sum Solhøy hevur skrásett í Føroyum. Umframt var eitt slag innført við vinnu fyri eyga, sum ikki tykist tola føroyska veðurlagið.

Ritið er 214 bls. og kostar 270 kr. í bókabúðunum.

Ritstjóraskifti

Hetta er seinasta ritið, sum Dorete Bloch og Elin Súsanna Jacobsen ritstjórna. Tær leggja nú frá sær og nýggj ritstjórn tekur við. 

Eru viðmerkingar ella spurningar til Fróðskaparrit, ber til at venda sær til forlagið við telduposti til frodskapur@setur.fo

Yvirlit yvir greinirnar í ritinum:

Rolf Guttesen: Fisketiendesagen. Nye produktionsformer giver problemer for gamle beskatningsmåder ** Rolf Guttesen: Sendingsgods fra Færøerne 1805-1855

Erling Isholm: Tá ið amtmaðurin fór at keypa epli - dømi um leiklutin hjá tí almenna í broytingunum í 19. Øld

Eivind Weyhe: Akrinatjørn, Mølbursvatn og Mølheyggjarnir – trý staðarnøvn á Sandi

Eivind Weyhe: Ániasartáttur – ein uppskrift á suðuroyarmáli

Eivind Weyhe: Variatión av i og u í herðingarveikari støðu í føroyskum

Jógvan í Lon Jacobsen og Hjalmar P. Petersen: Fyrisetingin fyri í føroyskum

Hjalmar P. Petersen og Renata Szczepaniak: Frá hvørsfalli til klípi

Leivur Janus Hansen og Bergur Olsen: Føroysk heiti á fuglakroppi og fjaðurbúna

Jens-Kjeld Jensen, Jógvan Fróði Hansen og Ámundur Nolsø: Seven species of land-snails (Gastropoda) new to the Faroe Islands 

Ritstjórn: News and Progress 2011-2013