Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj útgáva frá Fróðskapi

Fróðskaparrit nr. 60 í røðini hevur seks vísindaligar greinir, eina yvirlitsgrein og eitt bókaummæli. Ritið er 148 bls. og kostar 270 kr. í bókabúðunum. E-bókin kann keypast á Vitra fyri 98 kr. Ritstjórar eru Dorete Bloch og Elin Súsanna Jacobsen.

Tíðindaskriv:

Í nýggja ritinum eru fýra greinir innan hugvísindi. Longsta greinin er um Læknastríðið í Klaksvík mitt í 1950, sum Hans Andrias Sølvará søgufrøðingur hevur skrivað við støði í fyrilestri, sum hann helt um evnið í 2012. Í greinini verður gongdin í læknastríðnum í Klaksvík 1953¬1955 lýst. Serligur dentur verður lagdur á at viðgera orsakirnar til stríðið um læknan Halvorsen, sum norðoyingar vildu hava settan sum sjúkrahúslækna í Klaksvík og myndugleikarnar, sum ikki vildu seta hann í starvið. Niðurstøðan í greinini er, at læknastríðið hevði bæði lokalar, nationalar og ríkispolitiskar treytir, men at eisini ymiskir aktørar í stríðnum høvdu týdning fyri gongdina.

Bergur D. Hansen bókmentafrøðingur og ph.d.lesandi viðger tekstslag í bókmentunum hjá K.O. Viderø. Tekstirnir eftir K.O. Viderø (1906¬1991) eru á markinum millum yrkis¬ og fagur bókmentir og torførir at skilmarka. Ein skilmarking er hinvegin avgerandi fyri, hvussu vit lesa tekstirnar. Viderø skrivaði um seg sjálvan og um veruligar hendingar, sum honum vóru fyri, men á ein egnan skaldsligan hátt. Í greinini verður víst á ivamálini í einari endaligari skilmarking.

Eivind Weyhe málfrøðingur viðger nøvn á tveimum fjallaskørðum, sum hava verið farleið, tá ið farast skuldi til Norðradals ella úr Norðradali. Víst verður á, hvussu ymiskt skørðini hava verið nevnd í skrivligum og munnligum heimildum. Roynt verður at lýsa, hvat ið tað er, sum treytar hetta fjølbroytni, so sum tíð, stað, umstøður og serligar hendingar. At enda verður givið eitt boð uppá, hví navnið Norðradalsskarð nú er um at gerast einaráðandi sum navn á tí norðara skarðinum.

Rolf Guttesen geografur lýsir tíggjundaroknskapir og realitetin aftanfyri. Reglurnar fyri innlating av tíggjund vóru ymiskar millum sýslurnar. Viðvíkjandi ullartíggjund verður hugt nærri at nøkrum viðurskiftum, ið higartil ikki hava verið viðgjørd Hetta kemst av, at tíggjund verður latin fyri hvørt lamb, ið verður flett, men tíggjundin verður latin í ull. Problemið kemst av, at lombini verða flett um heystið, meðan ullin verður tikin av seyðinum, roytt, tíðliga á sumri. Innlating av ullini kundi ikki bíða til um heystið, tá seyðurin varð flettur, hon skuldi avroknast á álavsøku. Hvussu bleiv hetta problem loyst upp á ein praktiskan máta? Tað vísir seg, at har hevur verið eitt á¬conto system, sum verður lýst í greinini.

Tvær greinir eru innan náttúruvísindi. Nina V. Denisenko, Elsebeth Thomsen og Ole S. Tendal, sum eru djóralívfrøðingar, skriva um mosadýr (Bryozoa), ið vaksa á armfótum (Brachipoda). Hetta er tilfar, ið er savnað undir BioFar kanningunum í tíðarskeiðinum 1988-1990. Trý sløg av armfótum vóru gróðrarbotnur hjá fimtan sløgum av mosadýrum. Men tvey sløg av armfótum vóru brúkt av 50% av tveimum sløgum av mosadýrum. Yvirflatan er skapað, so tað er lættari at festa seg á hesum báðum sløgunum. Tey arktisku mosadýrini vóru bert funnin í køldum sjógvi, hini meira sunnanliga sløgini vóru funnin flest av her í Føroyum.

Hina greinina hava Lise H. Ofstad, Torstein Pedersen og Petur Steingrund skrivað. Hon er um búning, nøring og yngullívssøguna hjá havtasku í føroyskum sjógvi. Arbeiðið er partur av ph.d.ritgerðini hjá Lise H. Ofstad, sum hon vardi í vár. Samanumtikið hevur man í føroyskum sjógvi øll menningarstigini hjá havtasku, umframt at man hevur funnið uppvakstrarøki, gýtingarøki og føðiøki; hetta bendir á, at havtaskan í føroyskum sjógvi er ein egin fiskastovnur.

Dorete Bloch professari og ritstjóri fyri Fróðskaparrit greinar, hvussu Fróðskaparrit verður nýtt síðani fyrsta ritið kom í 1952. Hvussu er býtið málsliga, fakliga, nationalt, umframt tal og longd á greinum. Greitt verður frá hesum í myndum og talvum.

Eisini ummælir Höskuldur Thráinsson professari í málfrøði bøkurnar “Faroese. A Language Course for Beginners. Textbook + Grammar”, sum Jonathan Adams og Hjalmar P. Petersen hava skrivað.

Yvirlit yvir greinirnar í ritinum:

Dorete Bloch: Hvussu verður Fróðskaparrit nýtt. – 5 s. (FO)

Hans Andrias Sølvará: Uppreistur í Klaksvík – læknasetanin sum elvdi til uppreistur. – 43 s. (FO)

Bergur Djurhuus Hansen: Heimloysi sum tekstslag. Yrkis- ella fagurbókmentir – ella hvat?

Spurningurin um tekstslag í ritverkinum eftir K.O. Viderø við útgávuni Á Suðurlandið (1990) sum dømi. – 20 s. (FO)

Eivind Weyhe: Skørðini í Norðradali. – 10 s. (FO)

Rolf Guttesen: Differences between tithe accounts and the material reality behind them – the case of the Faeroe Islands (Munir millum tíggjundaroknskapir og materiella realitetin aftanfyri. Lýst við dømum úr Føroyum) – 13 s. (EN)

Nina V. Denisenko, Elsebeth Thomsen and Ole S. Tendal: Bryozoan epifauna on brachiopods from the Faroe Islands (NE Atlantic). – 18 s. (EN)

Lise H. Ofstad, Torstein Pedersen and Petur Steingrund: Maturation, reproduction and early life history of anglerfish Lophius piscatorius in Faroese waters. (Búning, nøring og yngullívssøga hjá havtasku í føroyskum sjógvi). – 20 s. (EN)

Ummæli/review

Höskuldur Thráinsson: Jonathan Adams and Hjalmar P. Petersen. 2009. Faroese. A Language Course for Beginners. Textbook. & Hjalmar P. Petersen and Jonathan Adams. Faroese. A Language Course for Beginners. Grammar. – 14 s. (EN)