Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggj vísindagrein um niðurbróting av bindivevnaði í laksaflaki

Gransking: “Gaping” í laksafløkum er fyribrigdi, tá bindivevnaðurin millum vøddaløgini onkursvegna viknar, og hol og rivur koma í flakið. Tað er heldur óvist júst hvat hendir við bindivevnaðinum, tá hann soleiðis ikki longur megnar at halda vøddaløgini saman.

Ása Jacobsen, granskari á P/F Fiskaaling, hevur júst útgivið vísindaliga grein í blaðnum ACS Omega, har glykosaminoklykanir í bindivevnaði við og uttan gaping verða lýstar.

Glykosaminoglykanir eru sera týdningarmiklar fyri bygnaðin og styrkina á bindivevnaðinum. Tær eru bygdar sum ketur, ið eru ymiskar til longdar, og sum hava ymiskar mongdir av sulfatbólkum. Longdin á ketunum, umframt mongd og býti av sulfatbólkum á ketunum, geva glykosaminoglykanunum ymiskar eginleikar.

Í greinini verður greitt frá neyvum kanningum av hesum ketunum í bindivevnaði á laksafløkum. Samanberingar verða eisini gjørdar millum bindivevnað, sum er intaktur og heldur vøddaløgini saman, og bindivevnað, sum ikki longur heldur vøddaløgini saman.

Úrslitini vísa, at munur er á mongd av sulfatbólkum á ávísum ketum, og at aðrar ketur hava øðrvísí bygnað, tá bindivevnaður er viknaður. Møguligar orsøkir til hesar broytingar verða viðgjørdar, millum annað hvørji enzymir kunnu hava tílíka ávirkan, og hvør upprunin kann vera.

Royndaruppsetingin fyri sýnistøku varð gjørd í samstarvi við Hiddenfjord.

Viðhøvundar á greinini eru Xiaofeng Shi, Chun Shao, Jonhard Eysturskarð, Svein-Ole Mikalsen og Joseph Zaia.