Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggja landsstýrið skipað

Nýggja landsstýrið er nú skipað. Á løgtingsfundi fyrrapartin gjørdist greitt, at átta landsstýrisfólk fara at manna nýggja landsstýrið. Aksel V. Johannesen er valdur til løgmann.

-Fyri 14 døgum síðan valdi Føroya fólk eina nýggja kós. Eina kós, sum byggir á einar sterkar, samhaldsfastar og sjálvbjargnar Føroyar. Hesa kósina seta Framsókn, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin nú út í kortið, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, millum annað í røðu síni í løgtinginum.

Løgmaður vísti eisini á, at samgongan hevur sett sær fyri, at valdið og virðini aftur skulu út til fólkið. Og fortreytirnar fyri hesum eru góðar, heldur hann.

-Føroyar eru millum ríkastu tjóðir í heiminum við ovurstórum náttúruríkidømi, ríkari mentan, skapandi og dugnaligum fólki og framtakshugaðum vinnulívi. Vit hava allar fortreytir fyri at skapa eitt samfelag við ríkum møguleikum, sterkum felagsskapi og javnbjóðis rættindum fyri okkum øll, vísti Aksel V. Johannesen á.

Løgmaður hevur tilnevnt hesi landsstýrisfólk:

Høgni Hoydal, varaløgmaður og landsstýrismaður í fiskivinnumálum

Kristina Háfoss, landstýriskvinna í fíggjarmálum

Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnu- og uttanríkismálum

Henrik Old, landsstýrismaður í innlendismálum

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum

Stutt um Føroya løgmann 

Aksel Vilhelmsson Johannesen er føddur í Klaksvík tann 8. november 1972. Hann er giftur Katrini D. Apol. Tey hava trý børn og búgva í Tórshavn. Hann er løgfrøðingur og advokatur.

Aksel Vilhelmsson Johannesen var landsstýrismaður í heilsumálum frá juni 2009 til februar 2011 og landsstýrismaður í fíggjarmálum februar til november 2011. Hann varð fyrstu ferð valdur á Løgting 29. oktober 2011.

Aksel Vilhelmsson Johannesen hevur verið formaður í Javnaðarflokkinum síðan 2011. 

Mynd: Álvur Haraldsen/www.in.fo