Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggja uppboðssølan útvatnast og onki verður at selja

Fiskivinnunýskipanin skal geva nýggjum aktørum møguleikan at sleppa upp í part. Fyri at røkka hesum málið er ætlanin at 25% av veiðurættindunum skulu seljast á uppboðssølu. Tey skulu seljast sum 1, 3 og 8 ára rættindi. Tað ljóðar einfalt. Men um vit rokna eitt sindur uppá hetta, so sæst, at tað verður trupult at røkka hesum málsetningi. 

Trupulleikin er, at tá tað ongantíð skulu seljast meira enn 25% tilsamans, so má tað sum er selt av 3 og 8 ára rættindum mótroknast teimum 25 prosentunum. Og tá ætlanin eisini er, at tað skal seljast á hvørjum ári, gerst greitt, at stórur partur av hesum 25 prosentunum er bundin í áður seldum langtíðarrættindum.

Tað verður óalmindiliga trupult at gera tað øðrvísi enn at tað hvørt ár verða seld 2% av 8 ára rættindum og 2% av 3 ára rættindum. Í longdini ger tað, at 14% altíð verða bundin í 8 ára rættindum og 4% verða bundin í 3 ára rættindum. Tí verða bert 7% eftir at selja. Og tá hesi so eisini skulu seljast sum 1,3 og 8 ára rættindi verða 3% seld sum 1 ára rættindi, 2% sum 3 ára rættindi og 2% sum 8 ára rættindi. Og tað skal so seljast fyri seg. Tí kann eingin vita, um hann fær meira enn 2% langtíðarrættindi á einari uppboðssølu.

Árlig søla av uppisjóvarfiski verður tí í mesta lagið:
                                                Max total veiða Max 7% 2%
Svartkjaftur                                         350.000        24.500 7.500
Makrelur                                                 100.000          7.000 2.000
Norðhavssild                                           70.000 4.900 1.400

Fyri botnfisk síggja tølini soleiðis út:
                                         Max veiða          max 7% 3%
Botnfiskur í Barentshavinum                               30.000 2.100 900
Toskur Flemish Cap                                         3.100    217   93
Botnfiskur í Eysturgrønlandi                                 1.900   133   57

Av tí at ongin kann liva av hesum lítlu nøgdum, tá tilfeingisgjaldið er goldið, so kann staðfestast við 100% vissu, at ongin nýggjur aktørur hevur møguleika at koma inn í vinnuna.

Er ætlanin at oyðileggja tað sum er, so er hetta sjálvandi ein gongd leið. 

Vælkomin í Cirkus. 

Strendur 2017-10-09

Eivind Jacobsen

P.S. Viðheft er pdf fílur við útrokningum


utrokna uppbodssola 2017 okt 25 prosent.pdf